Frystiturkimaskina til at gera føroyskt sjógæti til góðgæti
Meirakunning
Vit eru farnir undir at frystiturka fisk og fiskaúrdráttir. Vit síggja nógvar møguleikar við hesari framleiðslu.
Vit hava ment eina burðadygga framleiðslu av ymsum frystiturkaðum fiskasløgum, tó mest hýsu, og eru komnir til tvær høvðusvørur. Fiskakips og fiskabitar.
Fiskabitar er smáir bitar av eitt nú hýsu, toski ella upsa.
Fiskakips vera framleidd úr ymiskum fiskafarsi og knettum. Vit turka fiskakips við karry-, grønnmeti-, laksa-og fiskasmakki. Ætlanin er eisini at gera onnur fiskakips.
Frystiturkað vøra inniheldur alt uttan vatnið úr uppruna vøruni. Hetta ger, at fiskavørur innihalda sera nógv protein, eini 60% til 85% av vektini, sum svarar til upp ímóti 100% av orkuinnihaldinum.
Vit, sum gera hesa verkætlanina eru Niclas A. Danielsen og Arnhold Davidsen.
Vit hava stóran áhugað í at virðisøkja fisk og fiskaúrdráttir, og er henda verkætlanin ein liður í virðisøking av fiski í Føroyum. Vit hava drúgvar royndir í ymiskum liðum í føroysku fiskivinnuni.
Vit hava fingið mest við arbeiðinum at framleiða frystiturkaða hýsu, og vit meta, at hetta hevur eydnast væl. Vørunavnið er Hýsubitar,og tá ið vit hava nokk av vøru at selja, ber til at keypa Hýsubitar í kiosk Vár, í Saltangará.
Vit hava umhugsað at broyta vørunavnið til Fiskabitar, so onnur fiskasløg kunna nýtast. Men vit hava eisini hugsa um nøvn til tey ymisku fiskasløgini, so sum Toskabitar, Upsabitar o.s.fr.
Fiskakips vera framleidd úr ymiskum fiskafarsi og knettum. Hendan framleiðslan virkar sera væl við tí avmarkaðu framleiðsluorkuni hjá okkum í løtuni. Vit turka fiskakips við karry-, grønnmeti-, laksa- og fiskasmakki. Ætlanin er eisini at gera onnur fiskakips.
Møguleiki er at gera fiskakips, við tí røttu mongdini av fiski, frukt,og grønmeti, sum nøktar tørvin, ið heilsumynduleikanir hava sett.
Ætlanin er at keypa frystiturkara, sum megnar at turka 10 til 15 kilo av fiski hvørjaferð. Ein framleiðsla tekur umleið 18 til 50 tímar í dag.
Avgerðandi er vatninnihaldið, og hvussu yvirflatan av fiskinum er. Tann nýggja maskinan, sum vit ætla at keypa, hevur munandi styttri framleiðslutíð.
Ætlanin er fyrst at keypa ein turkara og eina pakki-linju. Pakki linjan verður hátta soleiðis, at vøran ikki verður handfarin eftir turking.
© 2024