Reglugerð um privatlív

Handfaring av upplýsingum á Hópfígging

Hópfígging savnar, goymir og greinar dátur útflýggjaðar frá brúkarum einans fyri at kunna bjóða sínar tænastur. Hópfígging gevur ikki dátur ella upplýsningar hjá brúkarum víðari til triðja part.

Hópfígging savnar og goymir upplýsingar, tá ið tú skrásetir teg sum brúkara (“Brúkari”) á Hópfígging, og tá ið tú hyggur at og virkar á síðunum hjá Hópfígging. Savnaðar upplýsingar fevna millum annað umnavn, teldubústað, loyniorð, IP bústað, slag av kaga, stýrikerva, fartelefonbera og títt ISP. Hópfígging móttekur URL hjá teimum síðunum, tú ert inni á, áðrenn tú vitjar heimasíðuna, og tær tú fert inn á, ímeðan tú vitjar Hópfígging heimasíðuna - ella síður ið hava innlokið netdepilstøknina hjá Hópfígging. Hópfígging savnar og goymir eisini upplýsingar, tá ið tú hyggur eftir og virkar á Hópfígging síðum, eyðkennum og funkum.

Vit nýta teir upplýsingarnar, sum tú veitir okkum, til at:

Hópfígging hevur treytaleysan rætt og loyvi at nýta navn títt, rødd tína, myndir og tínar nýtiligu brúkaraupplýsingar, umframt lýsingar sum tú hevur gjørt á netdeplinum við øllum sløgum av miðlum (hetta fevnir m.a. um video, prent og útvarp), við tí fyri eyga at lýsa, kunna um, greiða frá og breiða út upplýsingar um netdepilin.

Vit hvørki selja, leiga ella á annan hátt geva út persónliga eyðmerktar upplýsingar til triðja part uttan títt samtykki, fyriuttan tær støður, har tað er neyðugt fyri at útinna tínar ávísingar (t.d. fyri at viðgera tínar gjaldsupplýsingar).

Persónligar upplýsingar, sum tú veitir okkum, verða tryggjaðar í samsvar við ídnaðarstøði og tøkni. Av tí at internetið ikki er 100 % trygt, kann Hópfígging ikki veita vissu fyri ella tryggja einhvørjara upplýsing, sum tú veitir okkum. Eingin trygging er fyri, at upplýsingarnar ikki eru atkomuligiar og ikki verða fjølritaðar, avdúkaðar, broyttar ella oyðilagdar vegna brot á eitthvørt av okkara ítøkiligu, tøkniligu ella fyrisitingarligu trygdartiltøkum.

Tú hevur til allar tíðir ábyrgd av at verja títt eindømis loyniorð, tínar kontuupplýsingar og títt teldupostssamskifti.

Nýtsla av upplýsingum av øðrum brúkarum

Gev gætur at øll hugskot, alt innihald og allar upplýsingar, sum tú leggur út ella deilir við aðrar skásettar brúkarar umvegis tænasturnar, eru sjónligar og kunnu verða brúktar av øðrum skrásettum brúkarum, og Hópfígging kann ikki tryggja, at aðrir skrásettir brúkarar ikki nýta hesi hugskot, innihald ella upplýsingar, sum tú deilir á tænastunum. Tískil, um tú hevur ein møguleika, eitt hugskot, ella aðrar upplýsingar, sum tú vilt halda í trúnaði, ikki vilt hava onnur at síggja, og/ella er undir rættindinum hjá einum triðja parti, ið verða brotin, um tú deilir tað, so skalt tú ikki leggja tað út á tænasturnar. Hópfígging tekur ikki ábyrgd av misnýtslu ella skeivari nýtslu framda av einhvørjum skrásettum brúkara viðvíkjandi møguleikum, hugskotum, innihaldi ella upplýsingum, sum tú leggur út á ella ígjøgnum tænasturnar. Um tú hevur tørv á at samskifta um slíkar trúnaðar- ella navnvarnarupplýsingar við ein annan skrásettan brúkara, eigur tú fyrst at samráðast við tín sakførara um at gera ein trúnaðarsáttmála við skrásetta brúkaran

Samband Íverksetarahúsið Telefon: 239501 og 239502 Teldupostur: iverksetan@iverksetan.fo Búðstaður: Garðarvegur 57, FO-700 Klaksvík V-tal: FO567043

© 2024

We use cookies to make your experience as good as possible. Privacy policy