Føroysk sjónvarpsrøð fyri føroysk børn á føroyskum
"Seks spurningar um at vera menniskja" er ein sendirøð í seks pørtum á 20 min hvør. Talan er um barnasjónvarp, ið setir sjóneykuna á teir stóru og torgreiddu spurningarnar í tilveruni á ein stuttligan og barnsligan hátt.
Allir seks partarnir eru liðugt filmaðir og kliptir, men okkum tørva fígging til týdningarmiklu eftirviðgerðina av sendirøðini, har teir seks partarnir vera endaliga ljóð- og litblandaðir, og har síðsta kryddið verður latið í.
Í sendingini eru tveir høvuðspersónar, Dánjal Kaggadingding Kaggadingding Kaggadum og Búi Sibbidibbidimdimdubadabadam. Afturat teimum er Mariann Hansen í leiklutinum sum Tebryggjarin.
Í 2019 vann royndarsendingin (piloturin) av sendirøðinini føroysku filmsvirðislønina Geytan, og í grundgevingini segði dómsnevndin m.a. soleiðis: "Vinnarafilmurin loysir til fulnar ta gátu, hann setir sær fyri at loysa. Tað eru spurningarnir um, hvaðar tíðin sum klokkan mátar, og hvaðar tey sum fara hiðani, fara. Og hvat hendir, tá tann, ið fer ikki hevur rætta kuffertið við sær. Tøknin, visuellu rúmini, dialogurin og leikararnir skapa eina so hugtakandi heild, at hóast eksistentielli filmurin er ætlaður børnum, er hann eins brúkiligur til vaksin".
Hvør eri eg? Ber til at liva í alla tíð? Ber tað til at fanga ljósið? eru nakrir av spurningunum, sum verða viðgjørdir í sendirøðini. Vit vilja skapa list, sum spyr og skapar undran. Hetta er afturvendandi høvðuðstráðurin í sendirøðini, har støði verður tikið í vísund, heimspeki og andaliga heiminum.
Vit hava í skjótt 20 ár framleitt barnatilfar til sjónleika- og tónleikapallin í Føroyum. Vit gleða okkum nú at geva føroyskum børnum sjónvarpstilfar á høgum støði.
Eftir ætlan verður sendirøðin sett á sjónvarpsskránna í februar 2022.
Við tínum stuðli kunnu vit koma á mál við sendirøðini og fáa hana inn í allar stovur í Føroyum til gleði fyri smá og stór.
© 2025