Stuðla okkum í at gera okkara fyrstu plátuútgávu veruliga
Einangran er ein nýggjur bólkur, ið er mannaður av Heiðrikki á Heygum og Leu Kampmann. Vit eru sangarar og sangskrivarar, ið sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðar, tá koronasóttin legði landið lamið í mars, 2020.
Úrslitið av samstarvinum varð EP´in, "Einangran" har lagið "Kanska" gjørdist ein landaplága í Føroyum og vann heiðurslønina fyri besta lag á FMA 2020.
Góða mótøkan hevði síðan við sær, at vit settu okkum saman at skriva 10 nýggj løg, og vit eru nú til reiðar at fara í upptøkuhølini.
Vit hava okkum í samband við navnfamu framleiðararnar, Janus Rasmussen og Sakaris Joensen, ið vit hava góðar samstarvsroyndir við frá EP teirra, sum kom út í 2020.
Janus Rasmussen, ið m.a. er kendur frá Byrta og Kiasmos, og Sakaris Joensen, ið er kendur sum einstaklingatónleikari undir egnum navni, eins hann er kendur sum framleiðari fyri t.d. Frum og Frostfelt.
Hví Hópfígging?
Heimurin hevur verið kvirrur í meira enn eitt ár vegna koronu, og tískil hevur Einangran, eins flest aðrir tónleikarar, ikki havt møguleika at framføra og harvið vinna pening.
Tó so hevur friðaliga koronutíðin ikki verið meir friðarlig enn so, at vit hava nýtt hana til at hugsavna okkum um at skriva nýggjan tónleik.
Nú eru vit komin so langt áleiðis við verkætlanini, at tíðin er búgvin til at fáa nýggja tónleikin hjá Einangran út í livandi heimin. - Men vit hava tørv á tínum stuðli og hjálp til at veruleikagera tónleikalist og dreym okkara.
© 2025