Hjálp at tryggja, at Sirkus verður verandi í somu karmum
Sirkus hevur øll árini verið eitt livandi stað, eitt stað har menniskju møtast í fríum og frælsum kørmum, og har vit fevna ymisleikan.
Sirkus er eisini staðið, har mentanin trívist. Frá listini, ið er málað á veggirnar, til nógvu konsertirnar, DJ's, yrkingaupplestrar, framførslur, fyrilestrar og evniskvøld av ymsum slag.
Sirkus hevur ongantíð ræðst at lagt pall til alt tað, ið er øðrvísi og sum ikki passar inn á fínu pallunum, men hevur eisini givið okkara størstu nøvnum ein pall at framføra intimt og inniliga.
Í filminum Skál sigur Silvurdrongur, at tað er ein tíðarrokning áðrenn og eftir, at Sirkus lat upp. Hetta eru hansara orð, men tey lýsa eisini týdningin, ið Sirkus hevur havt fyri nógvar av okkara gestum.
Men Sirkus er eisini tvey skeinkistøð. Sirkus í erva og Bjórkovin í neðra. Hesi gera tað gjørligt at skapa rammurnar rundan um tað, sum Sirkus er, gjalda fyri tónleikin og onnur mentanartiltøk, sum eru í Sirkus, gjalda øllum starvsfólkum løn osfr.
Tá hetta er sagt, so er Sirkus eisini eitt av støðunum í Havn, sum hevur rikið hetta slagið av virksemi longst av øllum, við somu eigarum. Eigarum, sum ikki hava tikið vinningsbýti ella høga løn, men sum áhaldandi hava lagt peningin í aftur virksemið, fyri at víðka tað og gera tað betri. Tí hevur Sirkus eisini eitt gott fíggjarligt grundarlag, men korona hevur tó tikið nakað av okkara styrki, so okkum tørvar hjálp, nú bygningurin, sum vit halda til í, er til sølu.
Vit heita á teg um at stuðla okkum, soleiðis at okkara virksemi kann halda fram á sama stað.
Um tú ynskir, kann hetta gerast ein íløga, ið tú fært aftur við rentu. Les meira um tað niðanfyri her.
Tá vit eru komin á mál, fara vit at leggja til rættis eina minniliga veitslu. Eitt hátíðarhald, har húsið bjóðar tykkum til mat og drekka, framførslur og tónleik.
Tit, sum stuðla her, kunnu eisini velja at gerast ábyrgdarlánsveitarar hjá Sirkus Føroyar. Tað merkir, at tykkara tilsøgn kann gerast partur av okkara eginpeningi, soleiðis at gjørligt verður at keypa húsini.
Tykkara ábyrgdarlán fær eina árliga rentu á 5%, og eftir 5 árum fara vit undir at gjalda ábyrgdarlán tykkara aftur, soleiðis at tit eftir, í mesta lagi, 8 árum fáa peningin aftur – við 5% í árligari rentu.
Tá innskotsrundan er liðug hin 12/7-2021, verður hvør einstakur tykkara boðin inn á gólvið hjá okkum, har vit skriva undir eitt ábyrgdarlánsskjal.
Um onkur tykkara ynskir at seta meira enn 50.000 kr. í sum ábyrgdarlán, kunnu vit undirskriva ábyrgdarlánsskjalið, áðrenn peningurin verður goldin.
© 2025