Burðardygg kajakk útleigan í Vági
Vit ynskja at bjóða øllum áhugaðum ein túr á kajakkum, roynd, sum óroynd. Sit-on-top kajakkir eru tær mest tryggu á sjónum, tí tær eru breiðari og støðugari enn vanligar kajakkir. Tú situr á kajakkini, í staðin fyri í kajakkini. Kajakkirnar eru familjuvinarligar, og fyri at brúka tær, krevst ikki, at tú hevur royndir frammanundan. Eitt barn undir 12 ár, má sita í kajakk saman við einum vaksnum. Eitt barn yvir 12 ár, kann ikki fara í egna kajakk, uttan at ein vaksin er við per barn.
Fyri fyrst, verður bjóðað sit-on-top kajakkir og fiskakajakkir, men er áhugin har, fara vit eisini at bjóða vanligar havkajakkir til útleigan.
At rógva kajakk, er sunt fyri likam og sál. Her eru nakrir fyrimunir:
Tú ert aktivur á ein góðan hátt (low impact ítróttur).
Tú kemur tættari at náttúruni.
Minkar um strongd.
Minkar um tunglyndi.
Økir um D-vitamin upptøkuna.
Góður felagskapur, saman við øðrum, ið hava sama áhugað.
Njót tað ríka fuglalívið.
Síggj og uppliva okkara vøkru oyggj, frá øðrum vinklum.
Góður møguleiki fyri at halda frástøðu (Covid-19).
Vágsfjørður er vælegnaður til kajakkróður. Hann er langur og grunnur, og tað er veðurgott innanfyri pirin. Her sæst eitt kort við dýpdarkurvum.
Pagai og svimjuvestur er íroknað hvønn túr. Ein túrur varar í tveir tímar. Um áhugi er fyri longri túrum, kann tað avtalast frammanundan.
Til familjur viðmæla vit, at róð verður tætt at landi, innan fyri pirin. Til vaksin, ber til at fara út um pirin, men tá er neyðugt við turrdrakt. Turrdrakt kann leigast frá okkum, fyri eitt eykagjald á 50 kr.
© 2024