Okkara ynski er at kveikja áhuga fyri Kalsoy og at fáa vitjandi at steðga á og njóta løturnar úti á bygd
Okkara ynski er at kveikja áhuga fyri Kalsoynni og at fáa vitjandi at steðga á og njóta løturnar úti á bygd. Vit vita øll, at tær smáu bygdirnar, ið ikki hava fast samband við meginøkið, ikki hava lív lagað, um so er, at ikki verður sett meir fokus á tær. Tískil vóna vit at fáa tykkara stuðul til hesa verkætlan.
Heilt stutt, vilja vit stuðla menningini av eini smábygd á útoyggj og skapa lív og trivna. Hetta vilja vit gera, m.a. við at geva vitjandi, bæði smærri og størri familjum og/ella ferðabólkum, møguleika at gista, fáa ein betri bita og bjóða skipaðar túrar við ferðaleiðara á Kalsoynni.
Skitsað hevur Sørmundur Árni Kalsø.
Staðsetingin av teimum 5 smáttunum, verður omanfyri Mikladals bygd, nær við vakrari viðarlund, fótbóltsvølli og tjaldingarøki við vøkrum fjøllum og vøkrum útsýni av fjørðinum, ið gongur út á hav. Á myndini niðanfyri sæst økið, merkt við reyðum, har smátturnar verða staðsettar.
Mikladalur og Gásafjall
Smátturnar verða staðsettar beint omanfyri bygdini, við sera góðum útsýni og sólargangi, á einum veðurgóðum plássi.
Mikladalur og Kunoyarnakkur
Vestari Kambur
Smátturnar eru hvør sær áleið 55 m2 til støddar og hava allar stovu og køk í einum, umframt vesi og tvey kømur. Allar smátturnar verða sjálvandi eisini fult møpleraðar og kunnu húsa 4-6 fólk. Ferðaløg við fleiri enn 6 fólkum, kunnu leiga fleiri smáttur, um tørvur er á tí.
Umframt gisting í hugnaligum smáttum, fara vit at bjóða skipaðar túrar við ferðaleiðara á Kalsoynni. M.a. koma túrar at verða niðan á Nestindar, Gásafjall og Miðardalstind. Hesir túrar verða skipaðir eftir ynski og bjóða somuleiðis eina máltíð - antin á túrinum ella í samráð við Cafe'ina Eðge í Mikladali.
Útsýnið av Gásafjalli
Umframt fjallatúrar við ferðaleiðara, vilja vit eisini geva vitjandi møguleika og umstøður at slappa av, njóta friðin og samveruna, ið bygdalívið kann bjóða.
Tí vilja vit gera eitt øki við hitapotti, bálplássi og grilling.
Vit eru trýggir skyldmenn, ið ávíkavist hava bústað og/ella sterkt tilknýti til Mikladal og Kalsoynna. Vit hava tey seinastu mongu árini sæð, hvussu ferðafólk síggja Kalsoynna sum eitt fet á leiðini, men ikki sum endaligt ferðamál. Við hesi verkætlan vilja vit basa hesum og veita fleiri gistingarmøguleikar og tiltøk á oynni. Vónandi kann hetta eisini skapa arbeiðspláss á oynni og harvið kunnu vit vera við at menna útoyggj og skapa meira áhuga fyri Kalsoynni, sum endaligt ferðamál.
Við tínari hjálp, kunnu vit saman fáa eitt heilt serstakt tiltak á føtur í Mikladali, eitt tiltak, sum fer at gagna Kalsoynni sum ferðamál og er mennandi fyri útoyggj.
Við tínari hjálp, kunnu vit bjóða fyrstu gestunum til "Smátturnar Uppi Á Deildini" á sumri 2022.
Vónandi vilt tú verða við at stuðla verkætlanini.
Vit takka hjartaliga fyri hjálpina.
Ynskist meira kunning, vinarliga send teldupost til: magnusmork12@gmail.com ella ring á: +298 23 20 40
© 2025