Ein perla í Tórshavn til bæði vaksin og børn
Olivia er ein kaffistova ið hevur fullkomnu karmarnar til øll vaksin ið hava børnini við á kaffistovu. Ein perla í miðbýnum til foreldur, mammubólkar, ommur, abbar, barnagentir(?!), ja øll tey ið ynskja sær ein góðan og lættan bita, ella bert ein heitan kaffimunn har ið barnið samstundis verður stimbra.
Hugnaliga umhvørvið bjóðar heilsugóðan og lættan mat til bæði vaksin og børn at njóta í friðarligum, hugnaligum og reinligum umhvørvi.
Tað ið er serligt við Oliviu, er møguleikin fyri at nýta eitt serligt leikurúm til børn. Rúmið inniheldur alt ið skal til fyri at stimbra børnum í aldrinum 0-4 ár. Praktiskir karmar til at skifta børnunum eru sjálvandi tøkir og eisini friðarligt umhvørvið til bróstageving.
Nógv pláss er uttanfyri til barnavognar, so børnini kunnu sova ímeðan tey vaksnu fáa sær ein kaffimunn í frið og náðum.
Okkara serliga leikurúm er inrætta av kønum starvsfólkið frá Vøgguni.
Alt gólvið er úr bleytum tilfarið so børnini kunnu liggja, grulva og ganga sum teimum lystir. Á vegginum við gólvhædd er møguligt hjá barninum at liggja á búkinum og spegla sær og í rúminum eru alskins strimbrandi og mennandi leikur ið tey smáu fáa gagn av.
Vit hava sjálvandi eisini barnabøkur, farvublýantar og ymiskt annað til tey størru børnini.
Olivia skal eisini verða karmur fyri góðari endurnýtslu. Foreldur við smábørnum vita hvussu nógv klæðir og útgerð skal til tá lítla barnið kemur í verðina. Eisini vita somu foreldur hvussu lítið og stutt børnini brúka hesi klæðir og útgerð, hetta hevur við sær at vit enda í tí sum aðrastaðni verur kallað ‘fast fashion’. Tí vilja vit fegin geva foreldrum møguleikan til at selja okkum klæðini, fyri ein bíligan penga, síðani selja vit brúktu klæðini út aftur. Hetta gevur foreldrum møguleikan at sleppa av við síni góðu barnaklæðir ella barnaútgerð, og aðrar mammur hava møguleika at ogna sær bílig barnaklæðir og útgerð.
Eisini er gjørligt hjá teimum vaksnu, mammubólkum v.m. at bóka sær undirvísingartímar um eitt nú:
• Fyrstuhjálp til børn.
• Morgun rørslutímar til barnakonur.
• Temadagar við ymiskum spennandi evnum.
• Tímar við stimbran og sangi til børn.
• Kreativur verkstaður.
….og mangt annað ;-)
Ert tú í barsil og úti tíðliga um morgunin tí barnið skal sova? Vit opna klokkan 9 og hava altíð nýbakaðar bollar. Kom og fá tær ein kaffimunn saman við einum góðum blaðið, ella tak einar stokkar úr kurvini hjá okkum og bind eina løtu ímeðan barnið liggur uttanfyri og svevur.
Mammubólkur uttanfyri Havnina? Vit eru til reiðar at skipa fyri mammubólka døgum, ið innihalda atgongd til leikurúmið, ein betri bita og ein undirvísingar tíma ið tit sjálvi velja temaði ímillum okkara møguleikar.
© 2024