Stuðla verkætlanini um at fáa ein søguligan varða út um Oyrarbakka!
Bókin er um fyrstu niðursetufólkini á Oyrarbakka. Søgan hjá hesari lítlu bygdini er livandi og hendingarík. Fólk komu ymsastaðni frá og kundu keypa sær eina trøð at velta og byggja sær hús á. Tað var gott at búgva á Oyrarbakka, og hóast nógv merktu til lívsins hørðu avbjóðingar, hildu tey á at arbeiða fyri sær og sínum.
Í bókini eru nógvar søgur frá avvarandi, eitt nú, tá ið Nólsoyggin, Verdandi, Njarðlingur og ein grindabátur við tveimum ungum dreingjum forlistu. Eisini raktu tuberklar fleiri familjur, og krígstíðin hevði sína ávirkan. Vit hoyra um sjólívið og tað megnar arbeiði, sum kvinnurnar gjørdu, bæði úti og heima. Umframt hetta, verður sagt frá arbeiði, vegagerð, fyrstu bilunum og samferðslu á sjógvi og landi.
Hetta var eitt virkið fólk, sum frá at seta spakan íog velta upp úr nýggjum, uttan nútímans hentleikar, arbeiddi seg upp til eitt nútíðar samfelag. Við áræði og treysti, løgdu tey lunnar undir eitt gott og liviligt stað.
Eitt sindur um verkætlanina
Hendan verkætlanin byrjaði mitt í 1990-unum, tá ið eg byrjaði at tosa við fólk, savna myndir og tilfar um fyrstu niðursetufólkini á Oyrarbakka. Hetta var ikki løtuverk, tí fólkini vóru deyð og fleiri í næsta ættarliði eisini. Annfinn Danielsen vísti áhuga fyri arbeiðnum og játtaði at hjálpa mær at finna tilfar og at kanna ymiskt. Hann hevur verið við á ferðini síðani 2005.
Hví hópfígging
At savna tilfar til bygdarsøgu er bæði drúgt og krevjandi. Kanningararbeiði er sera umfatandi og rúgvusmikið. Nógvar samrøður eru gjørdar, søgur skrivaðar og eitt ótal av myndum savnaðar. Hetta er sjálvboðið arbeiði, men hevur tó ikki verið heilt ókeypis, tá ið nógv er prentað, nógvir biltúrar koyrdir og ikki minst stórar telefon rokningar, áðrenn vit fingu fast mánaðargjald. Hópfígging er ein gyltur møguleiki at fáa fólk at hjálpa okkum tað seinasta strekkið, so bókin kemur út.
© 2024