Føroyskt ur av bestu góðsku
Eg eiti Hjalti Kárason Djurhuus, stovnari av hesi verkætlan. Eg havi í eina tíð arbeitt við at stovna eina fyritøku, ið sniðgevur ur við íblástri úr Føroyum. Úrslitið av arbeiðinum er urið Tróndur í Gøtu.
Fyri okkum er tað sera umráðandi, at hvørt ur er serstakt. Tí hava vit gjørt av, at tað einans verða framleidd 300 ur. Hvørt urið er merkt við einum tali frá 1-300.
Í mars 2020 fingu vit fýra frumsnið av urinum til Føroya. Í nakrar mánaðir eru tey roynd av ymiskum fólki fyri at tryggja, at góðskan er góð. Tey, ið hava gingið við urinum, eru samd um, at:
- “Glasið er av bestu góðsku, soleiðis at tað við dagligari nýtslu heldur seg skøvufrítt.”
- “Reimin er gjørd úr leðri, ið er deiligt at ganga við.”
- “Skivan á urinum er hugtakandi, har Føroyar eru graveraðar í sekundvísaranum.”
Nú eru vit í august og eru klár til, at framleiðslan av urinum skal byrja.
- 40 mm. tvørmát
- Swiss Made Ronda 1069
- Stainless Steel
- Sapphire crystal
- 20 mm. lugs
- 3 ATM
- Italsk leðurreim
Fyri at vit kunna seta urið í framleiðslu, tørvar okkum tykkara hjálp. Fyri at fáa tað seinasta av fíggingini til framleiðslu, hava tit nú møguleikan at stuðla verkætlanini og harvið tryggja tykkum eitt ur. Upphæddin, ein skal stuðla við fyri at tryggja sær eitt ur, er 1495 kr. Í Føroyum koma tey at kosta 1795 kr.
Um alt gongur eftir ætlan, eru urini í Føroyum í november 2020.
Hesar rættingar verða gjørdar í frumsniðinum, sum síggjast á myndunum, til tað endaliga urið, sum verður framleitt:
- Navnið á urinum verður "TRÓNDUR Í GØTU", í staðin fyri "TRÖNDUR Í GÖTU".
- Á baksíðuni kemur at standa "FØROYAR", í staðin fyri "FAROE ISLANDS”.
© 2025