Varpaða kabarett!
Nú tá Ólavsøkan verður fluttur úr miðbýinum út til býlinganar í Havn, hugsa vit, hví ikki halda ólavsøku um alt Føroyar samstundis. Við einari varpaða Ólavsøkukabarett, kunnu allir føroyingar samlast um tí góðu satiruna.
Ólavsøkukabarettin 2020 verður við háaktuellari satiru, sum vit kenna hana. Eingin skal føla seg skotsikran. Ótrúliga nógv er hent seinastu 12 mánarnir, og vit vilja tryggja eina terapeutiska viðgerð av samfelagsrákini ið hava tyngt okkum hesa tíðina…. Sjálvandi við prikandi skellilátri! Tað er TAÐ ein góð satira skal vera før fyri, og tað er TAÐ kabarettin allatíð hevur stremba eftir, líka síðani at hon fór av bakkastokki fyri einari hálvari mannaøld síðani.
Vegna støðuna í ár fær fíggjarætlanin til Kabaretttina eitt heldur ørðvísi skap. Serliga inntøkugrundarlagi verður broyt. Og her kemur tú inn! Við at stuðla Ólavsøkukabarettina 2020, kunnu vit tryggja okkum at kabarettin kann filmast og varpast til øll landsins herðahorn!
Leikstjóri: Andrias Høgenni
Leikari: Jákup Dahl Wardum
Leikari: Sóley Danielsen
Leikari: Torkil Tórgarð
Leikari: Katrin Joensen-Næs
Leikari: Elias Magnussen
Stagehand: Elinborg Weihe Thomassen
Framleiðslustjóri: Franklin Symphor Henriksen
© 2025