Hjálp okkum at stuðla rættvísari matframleiðslu og ruskfríum Føroyum!
Hvat er VistGrøði?
Vit eru eitt limafelag og vit halda til í Tróndargøtu í Havn, har limir kunnu koma og keypa tvær ferðir um vikuna. Okkara arbeiði er sjálvboðið. Øll okkara vøra er vistfrøðilig, í stóran mun FairTrade, og er flutt heim í stórum nøgdum, so til ber at keypa uttan at vøran er pakkað inn.
Øll kunnu gerast limir í VistGrøði við at upplýsa navn, telefonnummar og bústað. Limir kunnu keypa í handlinum og hava ávirkan á virksemi og vørubílegging, um tey ynskja tað. Eitt nú við at vera virkin í nevndini. Í løtuni eru vit, Martin, Borghild, Ingilín, Sanna og Haldis í nevndini, ið verður vald á hvørjum aðalfundi. Aftur at nevndini eru fleiri sjálvboðin.
Hví hópfígging?
Av tí at alt okkara arbeiði er sjálvboðið, og prísurin á vørunum er so lágur sum til ber, er tað ikki nógv sum kemur í kassan. Tí hava vit stovna hópfígging til at fáa betri umstøður í handlinum, til inventar, kassaskipan og til at stovna ein nethandil. Hetta so VistGrøði kann senda vørur um alt landið. Nýtt inventar hevði betra um reinføri, longt haldføri, umframt at tað hevði lætt um hjá limunum og um arbeiði hjá okkum sum arbeiða í VistGrøði.
Okkara endamál
Í VistGrøði stremba vit eftir at minka um oyðsl og dálking, ið stendst av framleiðslu, flutningi og innpakking av matvørum. Vit vilja veita vørur til limirnar, ið eru framleiddar undir rættvísum viðurskiftum og við virðing fyri umhvørvinum. Vit royna at virka fyri, at limirnir hava atgongd til lokalt framleiddar matvørur og harvið stimbra grundarlagið fyri handli av lokalt framleiddum matvørum í Føroyum. Vit vilja virka fyri, at limir hava atgongd til natúrligar og helst vistfrøðiligar vørur í leysari vekt, har dentur verður lagdur á vøruuppruna, gjøgnumskygni og góðsku. Vit skipa fyri og taka lut í tiltøkum ið hava til endamáls at økja kjak og vitan um umhvørvisvinarliga og etiska matframleiðslu og matvørugóðsku.
Hjálp okkum at stuðla einum rættvísari heimi og ruskfríum Føroyum. :-)
© 2024