Tíðin stendur ikki still. Hon melur sum ein onnur grammofon. Men vit minnast summarið í 1984, tá ið Frændur ljómaði í hundraðtals kassusettuspælarum og plátuspælarum. Tónleikurin hevur altíð talað fyri seg. Júst í hesum døgum eru tað 36 ár síðani, at vit góvu út okkara fyrstu plátu Saman við tær.
... read more

In Progress

This project has been successfully funded and is now executing.

DKK 150,301

raised of DKK 150,000 goal

0

days to go

100% FUNDED
DKK
{{ errors.first('reward_amount', 'add-reward-form') }}
{{ errors.first('reward_title', 'add-reward-form') }}
{{ errors.first('reward_description', 'add-reward-form') }}
Rewards available: limited change
Rewards available: unlimited change

{{ errors.first('reward_stock', 'add-reward-form') }}
Custom questions: Yes None change
{{ question.text }}
{{ errors.first('reward_question_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
Ask for address: Yes change
Ask for address: No change
Reward image: change
Additional costs: Yes None change
{{ addedCost.description[language] }} : {{ addedCost.amount }} DKK

DKK
{{ errors.first('reward_added_cost_amount', 'add-reward-form-added-costs') }}
{{ errors.first('reward_added_cost', 'add-reward-form-added-costs') }}

No rewards exist or campaign is not public. Log in to add or edit rewards.
Get this! All gone!

Pledge {{ reward.amount }} DKK

{{ reward.title }}

{{ reward.description }}

Limited ({{ stockLeft }} left of {{ reward.stock }} ) Gone (0 left of {{ reward.stock }} )
{{ reward.stock_reserved }} backer {{ reward.stock_reserved }} backers
DKK
{{ errors.first('reward_amount_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
{{ errors.first('reward_title_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
{{ errors.first('reward_description_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
Rewards available: limited change
Rewards available: unlimited change
unlimited limited
Total in stock:
{{ errors.first('reward_stock_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
Reward image: change
Ask for address: Yes change
Ask for address: No change
Ask for address
Custom questions: Yes None change
{{ question.text }}

{{ errors.first('reward_question_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
Additional costs: Yes None change
{{ getAddedCostDescription(addedCost) }} : {{ addedCost.amount }} DKK
DKK
{{ errors.first('reward_added_cost_amount_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-added-costs-' + reward.reward_id) }}
{{ errors.first('reward_added_cost_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-added-costs-' + reward.reward_id) }}

Get this!

Pledge without a reward

Team

Tutl Tutl

Creator

Further Information

Frá plátu til plátu

Tíðin stendur ikki still. Hon melur sum ein onnur grammofon. Men vit minnast summarið í 1984. Tá ið Frændur ljómaði í hundraðtals kassusettuspælarum, og plátuelskarar tóku vakra húsan, sum Anker Eli Petersen hevði teknað, í hondina. Myndirnar vóru hugtakandi og fólk hildu, at okkurt lívsjáttandi og erligt var við tónleikinum. Kanska vóru tað løgini sum fangaðu, ella kenslubornu orðini um frið og kærleika á jørð, sum raktu føroyingin í hjartað. Men tónleikurin hevur altíð talað sítt egna mál. Júst í hesum døgum eru tað 36 ár síðani, at vit góvu út okkara fyrstu plátu Saman við tær.

Sjálvur vóru vit tiknir av bóli av serua jaligu móttøkuni, og fólk vildu hava meira. Á vári í 1986 kom okkara næsta pláta, "Frændur 2". Tey stóru hittini "Føroyar", "Eros" og "Á, um vit" vóru allastaðni at hoyra. Eisini rungaðu sangirnir millum føroysku útisetarnar. Tað var í lagi, at Frændur provokeraðu og í tráð við tíðarandan, at klaksvíksingarnir funnust at gongdini í samfelagnum. Á ólavsøkukonsertini, sama summarið, var Frændur vorðin felagssangur. Og øll sungu við!

Í 1988 varð fyrsta føroyska CDin útgivin. Umframt 1500 plátur og 2000 kasettubond, vóru 500 fløgur framleiddar. Tónleikurin hjá Frændum var framvegis væl umtóktur, men nú var vinylið um at gerast søga. Tann góða gamla grammofonin varð skift út við CD spælaran, ljóðsgóðskan segðist eisini at vera betri og tøkniliga frambrotið á 80inum var ikki at koma uttanum. Men sangbæri av teimum nýggju løgunum var framvegis týdningarmesta vørumerkið.

Ein spennandi og hendingarík tíð lá fyri framman. Frændur var ein fólksligur tónleikabólkur, ið spældi til dans og konsertir. Framførslur vóru í fullsettum høllum. Á skránni vóru heimagjørdir føroyskir sangir. Sum fjøldin fagnaði. Men tað skuldu ganga 4 ár, áðrenn ta næstu útgávuna. "Mítt land" kom út í 1992. Kanska vóru Frændur nú komnir upp á hægsta tónleikatindin. Vit kendu ikki framtíðina, men fólk vóru givin at keypa plátur. Nú var tað fløgan, ið var áhugaverd. Fleiri kassar av plátuni Mítt Land savnaðu støv og endaðu á brennistøðini. Føroyar vóru raktar av fíggjarligari kreppu og plátudeyðin var veruleiki. Kanska var fløgan framtíðin.

Í 2009 kom Frændur V á marknaðin. Nú spurdi ongin meira eftir bondum og plátum. Tey, sum vildu ogna sær nýggjan tónleik, áttu ein fløguspælara ella kanska eina góða teldu, og flest allir sangir kundu keypast á netinum. 25 ár eftir at ævintýrið byrjaði, vóru Frændur aftur aktuellir. Eitt slag av endurreisn var at hóma. Fólkið dámdi framvegis væl okkara sangir. Við sterkastu manning spældu vit á festivalum og til tiltøk, sum vórðu fyriskipaði kring landið. Men so kom spurningurin; ber tað til, at fáa fatur á plátunum, sum tit hava givið út?

Plátuspælarin var aftur farin at mala. Fólk saknaðu vinyl. Ja, ta góðu gomlu grammofonina. Tað var okkurt serligt við at hava teir prýðiligu húsarnar í hondina, at sleppa at velja sær eina skering. Ovmikið av góðum tónleiki er at velja í, men sangir eru eisini kenslur og minnir. Og tann persónliga søgan, hana fortelur tann einstaki plátuhúsin, sum oftani eisini er eitt hugtakandi listaverk.

Frændur takka ættarliðum av føroyingum fyri at hava hildið lív í sangunum.

Tær eru ikki allar plátur, sum yvirlivdu ballini í 80 inum. Alt lívið fær sínar skøvur. Nú skriva vit 2020. Vit sleppa ikki undan einum afturhvarvi. Gleðin og longsulin hava fylgt okkum. Eisini tað mugu vit taka við.

Plátusavnið skal skiljast sum ein varði á leiðini, ið vit vóna at sleppa at laða saman við nøkrum av okkara mest trúføstu stuðlum.

Talan verður um eina sera avmarkaða framleiðslu. Í mestalagi 500 eintøk. Tær seinastu Frændur pláturnar vóru útseldar fyri 28 árum síðum. Men í dag er plátaspælarin í mongum heimum aftur komin til heiður og æru. Og kanska ert tú millum tey, sum vilt eiga Frændur í tínum savni.

Vit eru takksamir fyri allan áhuga og stuðul. Okkara lutur hevur verið at innspælt og givið út nakrar sangir. Men tað er fólkið, sum gav tónleikinum veingir og skrivaði tann besta partin av Frændur søguni.

Stóra takk fyri tíðina saman!

In Progress

This project has been successfully funded and is now executing.

DKK 150,301

raised of DKK 150,000 goal

0

days to go

100% FUNDED
DKK
{{ errors.first('reward_amount', 'add-reward-form') }}
{{ errors.first('reward_title', 'add-reward-form') }}
{{ errors.first('reward_description', 'add-reward-form') }}
Rewards available: limited change
Rewards available: unlimited change

{{ errors.first('reward_stock', 'add-reward-form') }}
Custom questions: Yes None change
{{ question.text }}
{{ errors.first('reward_question_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
Ask for address: Yes change
Ask for address: No change
Reward image: change
Additional costs: Yes None change
{{ addedCost.description[language] }} : {{ addedCost.amount }} DKK

DKK
{{ errors.first('reward_added_cost_amount', 'add-reward-form-added-costs') }}
{{ errors.first('reward_added_cost', 'add-reward-form-added-costs') }}

No rewards exist or campaign is not public. Log in to add or edit rewards.
Get this! All gone!

Pledge {{ reward.amount }} DKK

{{ reward.title }}

{{ reward.description }}

Limited ({{ stockLeft }} left of {{ reward.stock }} ) Gone (0 left of {{ reward.stock }} )
{{ reward.stock_reserved }} backer {{ reward.stock_reserved }} backers
DKK
{{ errors.first('reward_amount_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
{{ errors.first('reward_title_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
{{ errors.first('reward_description_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
Rewards available: limited change
Rewards available: unlimited change
unlimited limited
Total in stock:
{{ errors.first('reward_stock_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
Reward image: change
Ask for address: Yes change
Ask for address: No change
Ask for address
Custom questions: Yes None change
{{ question.text }}

{{ errors.first('reward_question_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
Additional costs: Yes None change
{{ getAddedCostDescription(addedCost) }} : {{ addedCost.amount }} DKK
DKK
{{ errors.first('reward_added_cost_amount_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-added-costs-' + reward.reward_id) }}
{{ errors.first('reward_added_cost_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-added-costs-' + reward.reward_id) }}
DKK
{{ errors.first('reward_added_cost_amount_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-added-costs-' + reward.reward_id) }}
{{ errors.first('reward_added_cost_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-added-costs-' + reward.reward_id) }}

Get this!

Pledge without a reward

© 2024

We use cookies to make your experience as good as possible. Privacy policy