Sjóbaða alt árið og njót ágóðan av sauna og náttúruni
Baðistað við baðistovu, skiftirúmi og brúsu.
Vit hava ætlan um at gera eina oasu, sum skal hóska væl til grøna náttúrliga umhvørvið í Tjaldavík.
Í hesum sambandi hava vit fingið loyvið frá Yvirfriðingarnevndini og Hovs kommunu at seta eina baðistovu upp, gera eina gongugøtu og eina brúgv í Tjaldavík. Vegna skiftandi veður, ynskja vit at hava møguleikan at skifta í baðiklæði innandura, áðrenn vit loypa á sjógv. Vit ynskja eisini at gera eina gongugøtu, soleiðis at tað er trygt og lætt at ganga frá parkeringsøkinum til baðistaðið, serliga um veturin.
Umhvørvisligu hentleikarnir skulu gagna limunum í felagnum, men almenningurin skal eisini kunna fáa gleði av hesum. Møguleiki skal t.d. vera hjá fyritøkum og øðrum bólkum, sum fara gongutúrar ella útferðir at bíleggja og njóta baðistaðið. Á sama hátt skulu ferðafólk hava møguleikan at bíleggja sær atgongd til baðistaðið gjøgnum Visit Suðuroy
Baðistovan skal hava eina sauna, serliga tí tað er heilsugott at koma inn í hitan, aftaná ein hevur verið í kalda sjónum. At baða í sjónum gevur vælveru, orku og stimbrar kropp og sinn. Sjóbaðarir møtast til góða samveru og nýta umhvørvið til fulna á hesum vakra stað.
Hví hópfígging?
Stuðulin sum vónandi kemur inn her, verður nýttur til gera eina gongugøtu, seta upp eina baðistovu og eina baðibrúgv.
Finn okkum á instagram og á Facebook #sjódypp
© 2025