ger dreymin til veruleika og kom við at kava..
Eg eiti Bogi Krossteig og eri føddur og uppvaksin í Havn. Sum lítil spældi eg nógv í fjørðuni yviri við Strond, og havi eg altíð verið sera hugtikin av havinum og tí, sum kann goyma seg undir vatnskorpuni. Tá eg fyrstu ferð royndi at kava og føldi kensluna av at verða vektleysur, kvirruna og upplivingin av hvussu vakurt tað er undir vatnskorpuni, var eg seldur! Hetta var nakað eg vildi, og eg enn vil, deila við onnur.
Í 2014 bleiv eg útlærdur PADI kavara instruktørur. So at eg kundi hjálpa fólki at fáa somu uppliving, sum eg havi tá eg kavi. Eg kann errin siga, at síðan tá havi eg lært yvir 200 fólk at kava og ynski eg, at hetta tali skal vaksa nógv í framtíðini.
Eg havi kavað nógv runt um í heiminum, millum annað í holum í Mexico, Florida og suður Frankaríkið, niður á ein kavbát frá seinna heimsbardaga út fyri Malta og koral rev í Reyða havinum. Ongastaðni er tað líka vakurt, líka serstakt og óspilt, sum tað er her í Føroyum.
Síðan 2016, havi eg miðvíst arbeitt fram í móti at gera mítt egna kavara sentur, her í Havn, so at eg kann takað fólk við út at uppliva, goymdu føroysku náttúruna undir vatnskorpuni.
Sveima sum ein astronautur...
At sveima í nærum vektloysi undir vatnskorpuni, er eitt tað mest avslappandi og stress-fyribyrgjandi, eg nakrantíð havi roynt. Tá eg sveimi yvir taranum, følist tað sum um eg eri ein astronautur, ella rættari ein aquanautur, ið sveimar yvir eini ókendari planet.. Alt er róligt og gerandisdagurin er so fjarður sum aðrar galaxur..
Sum í einum Sci-fi filmi...
Tað er sum at verða í einum sci-fi filmi! Her eru verur, sum ein næstan ikki kann ímynda sær, tær eru so ónáttúrliga vakrar og mest hugtakandi av øllum er at man veit so lítið um hesar verur..
Ein endaleys ferð... Í 2016 byrjaði hugskotið, um at gera mítt egna kavara sentur í Havn. Tað er lætt og nemt at koma til og frá. Innan fyri 30 min. eru sera nógv ovur vøkur støð at kava. Eitt nú (Gamla) Hoyvík, Hvítanes, Velbastaður, Kirkjubøur og Kvívík bara fyri at nevna nøkur fá.
Eg vil geva øllum, sum hava hug at kava eina ógloymandi byrjan, uppá eina endaleysa ferð, fylta við upplivingum..
Allar myndirnar eigur Harald Bjørgvin.
© 2025