Matframleiðsla, vørumenning, matdannilsi og førleikamenning
Vit vilja skapa eitt stað í Hoydølum, har vit kunnu savna mat, vitan og fólk.
Okkara útgangsstøði er einfalt: Vit hava nógvar góðar rávørur í Føroyum, nógv dugnalig fólk og eina ríka matmentan. Samstundis síggja vit ein vaksandi tørv á góðum og føðsluríkum mati til skúlar, barnagarðar, eldrasambýli og aðrar stovnar.
Vit halda, at her liggur ein møguleiki.
Við Matvitanum vilja vit skapa eitt stað, sum kann binda hesi tingini saman – eitt stað fyri matframleiðslu, føroyskar rávørur, vørumenning, matdannilsi og førleikamenning.

Fleiri skúlar kring Føroyar eru farnir at arbeiða við matarskipanum, og tað halda vit vera eina sera góða gongd.
Vit vilja fegin vera við til at styrkja hana.
Matvitin skal framleiða góðan, føðslugóðan og vælsmakkandi mat til skúlar, barnagarðar, eldrasambýli og aðrar stovnar.
Tað merkir ikki, at vit skulu koma í staðin fyri tað arbeiðið, sum longu verður gjørt úti á stovnunum. Tvørturímóti vilja vit vera eitt tilfangi, sum kann brúkast eftir tørvi.
Fyri summi kann tað merkja, at vit framleiða allan matin. Fyri onnur kann tað vera, at vit gera ein part av framleiðsluni, sum síðani verður gjørdur liðugur í teirra egna køki. Og aðrastaðni kann tørvurin heldur vera ráðgeving, menuplanlegging og/ella førleikamenning.
Við at savna ein part av framleiðsluni og vitanini á einum stað kunnu vit byggja upp eitt sterkt fakligt umhvørvi og gera tað tøkt fyri køkar kring Føroyar.
Vit hava keypt fyritøkuna Mál, sum veitir matpakkar til skúlabørn í Tórshavnar kommunu.
Har er endamálið rættiliga einfalt: Vit vilja, at foreldur skulu hava møguleikan at bíleggja barninum ein nýgjørdan, føðslurættan og vælsmakkandi matpakka.
Nú eru vit í gongd við at menna Mál víðari – har vit leggja enn størri denti á føðslu og góðan smakk og við at fáa fleiri føroyskar rávørur inn í matin.
Samstundis arbeiða vit við størri matarskipanum. Vit eru millum annað ígongd við at hjálpa Vága kommunu við teirra matarskipan til barnagarðarnar og skúlan í kommununi. Har framleiðsla, levering og kostfaklig leiðsla verða hugsað sum ein samanhangandi skipan.

Ein stórur partur av Matvitanum verður arbeiðið við føroyskum rávørum.
Vit hava nógv gott í Føroyum. Men skulu vit fáa meira av føroysku rávørunum inn í gerandismatin, mugu vit eisini gera tað lættari at brúka tær og skapa ein størri og meira støðugan eftirspurning.
Tá føroyskt grønmeti er í árstíð, vilja vit keypa størri nøgdir inn og virka tað, meðan tað er upp á sítt besta.
Nakað kann fara beinleiðis í matin, sum vit framleiða. Annað kann vaskast, skerast, frystast, fermenterast ella virkast víðari til nýggjar vørur.
Vit vilja eisini arbeiða við fiski, lambskjøti og øðrum føroyskum rávørum – og hyggja eftir teimum pørtunum av rávøruni, sum kanska ikki verða so væl gagnnýttir í dag.
Um vit kunnu skapa fleiri góðar og praktiskar mátar at brúka føroyskar rávørur, kunnu vit eisini skapa størri eftirspurning. Og vónandi kann tað við tíðini geva føroyskum framleiðarum eitt betri grundarlag fyri at framleiða meira.


Matvitin snýr seg ikki bara um at framleiða mat.
Ein líka stórur partur er matdannilsi.
Vit vilja geva børnum møguleika at fáa eitt nógv nærri samband við matin, tey eta.
Eitt barn skal kunna koma í Hoydalar og taka eitt epli upp úr moldini, heysta urtir, nema við og lukta ein feskan fisk, gera matin saman við øðrum – og síðani seta seg niður og eta tað, sum tað sjálvt hevur verið við til at gera.
Tí vit trúgva, at fatanin av mati ikki bara kemur úr einari bók.
Hon kemur eisini við at nema, lukta, smakka og gera.
Vit vilja tí hava skúlaflokkar og aðrar barnabólkar inn í Matvitan og menna praktisk matartilboð, sum kunnu knýtast at tí, børnini annars læra.
Børn hava longu matgerð í skúlanum, men tað kann vera ymiskt, hvørjar fortreytir lærarar og námsfrøðingar hava fyri at arbeiða við mati.
Vit vilja tí menna praktiskt undirvísingartilfar, skeið og førleikamenning, sum lærarar og námsfrøðingar kunnu taka við sær aftur til børnini.
Tað sama er galdandi fyri fólk, sum arbeiða í køkum.
Matvitin skal vera eitt stað, har starvsfólk kunnu koma eftir íblástri og nýggjari vitan og arbeiða praktiskt við eitt nú føroyskum rávørum, plantugrundaðum mati, føðslu, smakki og matgerð í størri nøgdum.
Málið er ikki bara at geva fólki eina uppskrift.
Vit vilja menna førleikar.
Vit vilja eisini lata dyrnar upp fyri ungum.
Tað kann vera ung, sum eru forvitin eftir matvinnuni, hava hug at royna seg sum kok, arbeiða við matframleiðslu ella bara hava tørv á einum stað, har tey kunnu fáa praktiskar royndir.
Her skulu tey kunna arbeiða saman við matfakfólki og uppliva, hvat tað merkir at vera partur av einum veruligum køki og einari framleiðslu.
Kanska kann Matvitin fyri onkran eisini verða fyrsta stigið inn í eitt framtíðar arbeiðslív við mati.

Aftan fyri Matvitan standa Joan Sørensen og Poul Andrias Ziska.
Joan er bachelor í føðslu og heilsu og hevur gjøgnum Tann Grøna Matveitingin arbeitt við føðslu, matframleiðslu og matveiting til stovnar.
Poul Andrias er kokkur og eigur matstovuna PAZ í Tórshavn. Hann hevur stóran part av sínum arbeiðslívi arbeitt við føroyskum rávørum, gastronomi og føroyskari matmentan.
Vit koma sostatt frá eitt sindur ymiskum síðum av matheiminum.
Men tað er eisini ein styrki.
Vit vilja sameina føðslu og gerandismat við kokkahandverk og gastronomi og brúka tað til at skapa mat, sum bæði ger gott og smakkar væl.
Køkurin í Hoydølum er ikki klárur til alt hetta enn.
Áðrenn vit kunnu seta visiónina ordiliga í verk, skal køkurin umvælast og útgerast til framleiðsluna og virksemið, sum vit ætla at hava har.
Tí hava vit sett hesa hópfíggingina í gongd.
Peningurin fer til at skapa karmarnar um Matvitan og fáa køkin upp á tað støðið, sum krevst fyri at kunna seta arbeiðið í gongd.
Tá tú stuðlar Matvitanum, ert tú tí ikki bara við til at umvæla ein køk.
Tú ert við til at skapa eitt stað, har vit kunnu fáa meira burtur úr føroysku rávørunum. Eitt stað, sum kann stuðla teimum, ið gera góðan mat til okkara børn og eldru. Eitt stað, har børn og ung kunnu fáa matførleikar og upplivingar. Og eitt stað, har nýggjar føroyskar matvørur og hugskot kunnu vaksa fram.
Vit trúgva, at um vit savna mat, vitan og fólk á einum stað, kunnu vit skapa nakað, sum hevur varandi virði fyri Føroyar.
Og vit vóna, at tit hava hug at vera við til at gera tað til veruleika.
© 2026