Ein lítil hugnalig kaffi- og matstova mitt í hjartanum í Nólsoy
Húsið Stutthol hevur eina drúgva søgu, í stuttum kann sigast at oldurabbi Nicolaj og Svein, bygdi húsini til systir sína í uml 1890. Ætlanin er at varveita so nógv av tí upprunaliga, sum til ber.
Húsið liggur sera væl fyri, mitt í bygdini og lætt atkomuligt verður hjá øllum. Vit ynskja at Stutthol skal vera eitt livandi stað hjá øllum, ið leggja leiðina framvið. Bæði ung, familjur og eldri skulu kenna seg vælkomnan í Stutthol.
Vit fara at borðreiða við løttum rættum, heimagjørdum køkum, góðum kaffi, smuti o.ø
Vit leggja dent á at vera so burðardygg, sum gjørligt og vilja gera okkara til at tey vitjandi fáa eina góða uppliving.
Vit ynskja at øll sum koma til Nólsoyar, skulu kenna seg væl og fáa eitt gott upplivilsi og tað vilja vit fegin verða við til. Vit vóna at okkara lítla stað, skal vera til mikla fragd, bæði hjá lokalum og vitjandi í oynni.
Til ber eisini at stuðla uttan samsýning og eru vit sera takksom fyri tað.
Um tit vilja fylgja gongdini, kunnu tit fara á instagram @stutthol ella á facebook, undir navninum stutthol.
Og um tit eisini vilja deila hesa verkætlanina á facebook og á instagram, takka vit so hjartaliga fyri.

Hvørji eru vit:
Anja Hartmann Wardum og Óli Svein Lutherusson eru gift, og eru bæði úr Havn. Tey fluttu til Nólsoyar í januar 2019.
Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett og Nicolaj Falck eru gift. Aðalbjørg er úr Klaksvík og flutti til Nólsoyar á sumri í 2019. Nicolaj er úr Nólsoy.
Svein og Nicolaj hava stovnað sær felag saman, ið kallast Snittar. Teirra dagliga starv er sum húsasmiðir.
Aðalbjørg er námsfrøðingur og varaleiðari á dagstovninum Látrinum í Nólsoy.
Anja er kundaráðgevi hjá tryggingarfelagnum LÍV.
Vit hava øll eitt sindur av royndum at reka kafé/barr virksemi. Vit hava millum annað haft Kunningarstovuna í Nólsoy, Neystkafé og eitt summar høvdu vit Maggies.
© 2026