Ein fínari matstova ið leggur dent á føroyska rávøru, mat mentan, og siðvenju
Eftir trý ár í Grønlandi vendi eg nú heim aftur til Havnar, har eg fari at lata upp mína egnu matstovu, nevnd Paz.
Hetta havi eg droymt um í langa tíð, og skjótt eri eg til reiðar at lata dyrnar upp í Dr. Jakobsens gøtu í miðbýnum.
Paz verður ein fín matstova, har náttúran og árstíðirnar fara at seta dám á matskránna. Í miðdeplinum verða føroyskar rávørur og siðaarvur í eini nýmótans og raffineraðari uppliving. Maturin verður gjørdur við nærlagni og størstu virðing fyri serligu føroysku rávørunum.
Í tøttum samstarvi við veiðifólk, bøndur og aðrar føroyskar matframleiðarar vil eg tryggja, at hvør rættur sýnir fram tað besta, ið land og hav okkara hevur at bjóða.
Eg eri glaður fyri at vera komin heim aftur, og eg gleði meg til at geva mítt íkast til føroyska matmentan. Ætlanin er at lata Paz upp í apríl, og eg vóni, at tú hevur hug at koma við á hesa spennandi ferðina.
Tín stuðul hevur alstóran týdning, og eg síggi fram til at matgera fyri tykkum.
© 2025