VeðurRó er eitt serstakt regnslag, gjørt við íblástri úr føroyskum klæðum og við slitsterkum og vatntættum tilfari, so at veðrið ikki longur skal forða fyri góðum løtum.
Um Stovnaran
Eg eiti Christian Christiansen og eri stovnarin av fyritøkuni VeðurRó. Eg havi í eina tíð arbeitt við at menna eitt regnslag, ið sameinir føroyska mentan við slitstyrki og vatntættum tilfari. Úrslitið er eitt praktiskt regnslag, ið er hent bæði til gerandisdagin og til serlig tiltøk.
Um regnslagið
Regnslagið er inspirerað av føroyskum klæðum og er sniðgivið til at vera praktiskt, slitsterkt og vatntætt – ein álítandi fylgisveinur til serligu løturnar í okkara veðurbardu oyggjum. Eg havi sjálvur upplivað, hvussu vindur, regn og skiftandi veður ofta seta sín dám á okkara hátíðarhald, so sum Ólavsøku og føroysku festivalarnar. VeðurRó-regnslagið verjir teg móti veðrinum og er samstundis eitt stílfult plagg, sum enntá hevur íblástur frá føroyskum klæðum - eitt natúrligt íkast til hátíðarligar løtur í Føroyum og eitt hent plagg til gerandisdagin.
Framtíðarætlanir
Í fyrstu atløgu verða VeðurRó-regnsløgini at fáa í litunum reyðum/svørtum og bláum/svørtum. Í framtíðini er ætlanin at víðka úrvalið við fleiri litum, tildømis grønt/svart og grátt/svart. Harumframt er ætlanin at framleiða eina barnastødd, soleiðis at børn eisini kunnu fáa gleði av einum dygdargóðum VeðurRó regnslagi til føroyska veðrið.
Hví Hópfígging?
Fyri at seta hópframleiðsluna í gongd er stuðul tín sera týðandi. Vit hava ment og framleitt fyrsta lidna eintakið av VeðurRó-regnslagnum, og nú ynskja vit at geva øllum møguleikan at ogna sær eitt. Fyri at gera hetta til veruleika krevst fígging til framleiðslu, innkeyp av tilfari og arbeiðsorku. Við tykkara stuðli kunnu vit tryggja, at VeðurRó verður eitt veruligt føroyskt regnplagg, sum fólk kunnu líta á.
Tíðarætlan
Beint eftir fíggingina verður hópframleiðslan sett í gongd, og vit vænta fyrstu eintøkini í Føroyum innan tveir mánaðar.
Stuðul til VeðurRó
Við at stuðla gjøgnum Hópfígging fært tú VeðurRó regnslagið til ein bíligari prís, enn tað verður at fáa til keyps í Føroyum. Við hvørjum stuðli eru vit eitt fet nærri at seta hópframleiðsluna í gongd og skapa eitt plagg, ið tú kanst líta á í skiftandi føroyska veðrinum.
Vørulýsing
· Unisex og one-size: Sniðgivið til at passa flestu kroppssløg og hæddir, við rúmligum sniði, sum tryggjar komfort og frælsi í rørslu.
· Tilfar: 100% slitsterkt endurnýtt polyester taffeta við vatntættum polyurethan-yvirlagi – eitt burðardygt val, sum virðir náttúruna.
· Vatntættni: 10.000mm – Regnslagið er gjørt til at standa ímóti serliga nógvum regni.
Hentleikar
· Stórur lummi framman: Perfekt til at goyma lyklar, telefon ella smáting – útgjørdur við lynlási fyri tryggleika, eisini í regni.
· Lætt at leggja saman og bera: Regnslagið kann leggjast saman og goymast í sínum egna lumma, so tað er lætt at hava við og tekur lítið pláss. Tá regnslagið er samanlagt, virkar lummin sum ein praktisk taska við handtaki – upplagt at goyma t.d. telefon, lyklar ella smáting í.
· Síðujustering við knappum: Gevur meira fleksibilitet og tryggjar frælsi í rørslu.
· Elastikk við hondliðini: Tryggjar, at regnið ikki sleppur inn, og at ermarnar halda seg á sínum plássi.
· Justerandi lynlás við hálsin: Lynlásið við hálsin ger tað lætt at lata upp fyri betri útlufting og komfort.
· Lætt í vekt: Regnslagið er sera lætt og einfalt at hava við.
· Hetta sum kann innstillast: Hettan kann stillast eftir tørvi, so hon gevur besta møguliga verju móti regni og vindi.
© 2025