Ein føroysk bókhaldsskipan, sum ger bókhaldið leikandi lætt fyri smærri fyritøkur.
Hóast skipanin enn er í menning, ert tú vælkomin at gera tær ein ókeypis brúkara og at royna hana á www.bokin.fo.
Tá skipanin verður lanserað, kanst tú m.a. senda rokningar, skráseta útreiðslur, gera aðrar bókingar og síggja frágreiðingar.
Okkara skipan, Bókin, verður bygd við einum máli í huga - at gera bókhaldið so lætt sum gjørligt fyri einstaklingar og smærri fyritøkur. Tey allarflestu, sum byrja sítt egna virki, gera tað, tí tey vilja brúka sína tíð uppá eitt yrki, sum teimum dáma. Bókhald er ein neyðug uppgáva, tey helst vilja brúka minst tíð uppá.
Við okkara loysn sleppur tú undan at seta teg inn í fløkjasligar skipanir, sum føra til feilir og tíðarspill. Vit bjóða eitt streymlinja markamót, sum er brúkaravinaligt og intuitivt.
Bókin krevur lítlan ella ongan kunnleika um bókhald - skipanin ger tað púra greitt, hvat tú skalt gera. Tað tekur bert nakrar fáar minuttir, og tú ert klár-/ur at senda tína fyrstu rokning ella at skráseta eina útreiðslu.
Skipanin er so løtt at brúka, at tær nýtist ikki at skapa eitt yvirlit yvir tína fíggjarstøðu á kaffifiltrinum ella í rokniarkinum eisini. Vit dagføra yvirlitið í skipanini fyri teg og vísa tær tína fíggjarstøðu leypandi.
Vit halda eisini skil á, um tú lýkur føroyska lóg, tí Bókin hevur makaleyst samsvar við føroyska lóggávu og myndugleikar.
Trupulleikin við verandi bókhaldsskipanum er, at tær eru óføroyskar og/ella ringar hjá nýbyrjarum at brúka. Stórar og framkomnar skipanir eru torskildar og ringar hjá øðrum enn bókhaldarum at brúka. Tær kunnu tillagast, men tað krevur vitan, sum ein nýbyrjari vanliga ikki hevur. Ein royndur bókhaldari má oftast tillaga bókhaldsskipanina fyri tey.
Aðrar útlendskar skipanir, sum eru lættari og einfaldari at brúka, kunnu ikki tillagast til føroysk viðurskifti og tú fært ikki nýtt tær til fulnar her.
Úrslitið er, at smá sjálvstøðugt vinnurekandi lata alt sítt bókhald yvir til ein bókhaldara, sum ger upp fyri tey hvørt kvartal og árliga í samband við innlating av ársroknskapinum. Av tí sama hava tey einki leypandi yvirlit yvir sín rakstur og kunnu illa taka upplýstar og týðandi avgerir um sítt virki stundisliga. Brúkarar gjalda fyri skipanir, tey ikki tíma at brúka og fáa yvirlit yvir rakstur aðrastaðni við øðrum amboðum.
Fult yvirlit yvir hvat er íroknað prísinum er at finna á https://www.bokin.fo/#prísir
© 2024