- eitt lítið hugnaligt matstað á Reyni
Hey! Eg eiti Tjóðhild Patursson og í summar ætli eg mær at opna eitt lítið og hugnaligt matstaðið niðri á Reyni í Havn. ÁSTAKLOKKAN fer hon at eita - hon hevur fingið navn eftir húsinum hon er í (Klokkarastovu), eftir dreyminum um einaferð at fara at framleiða egnan ost, og so er hon eisini uppkallað eftir ástini (kærleikanum) - kærleikanum til góðan mat.
Í Ástaklokkuni fara vit at gera mat eftir veðrinum. Eftir árstíðini heilt vist, men eisini eftir veðrinum. Tá ið tað regnar og er illfýsi kunnu tit vænta tykkum suppu og aðrar heitar vermandi rættir til døgurða. Og tá ið í sólin sæst ígjøgnum skýggini, tá er hvítvínið altíð kalt, og allar helst okkurt lætt pasta á døgurðaskránni - ja, okkurt sum er lætt at eta uttandura!
Ástaklokkan fer at lata upp longu klokkan 7, so at tað ber til at koma tíðliga at fáa sær morgunmat!
Morgunmatarmatskráin verður skiftandi, men at byrja við, fer hon at síggja nakað soleiðis út:
- Súrdeiggjbolli við nýgjørdum smøri, góðum osti og súltutoyi av tí sum árstíðin býður
- Kóka egg frá føroyskum óløgildum hønum
- Stokt egg, frá somu óløgildu hønum, snerkt breyð, heimarørst majonæs og kili
- Havragreytur við súltaðum blommum og snerktum kjarnum
- Heimabakaðar bønir við súróma, stoktum eggi og beykon
- Armir riddarar við kaneli, siroppi og heimagjørdum ricotta
- Rómastampur við kardamummuristaðum kjarnum
- Dagsins vinarbreyð
Ástaklokkan verður eitt morgunmatarstað, eitt lunsjstað, eitt kaffistað, eitt náttúruvínsstað, eitt hugnakvøldstað og eisini eitt stað har vit ætla at hava skeið um alt møguligt sum so ella so snarar um mat; allar fyrst eitt Kompostskeið og eitt Mejarískeið - og tit sum stuðla verkætlanini her á hópfíggingarsíðuni, ja, tit vera tey fyrstu at tryggja tykkum pláss á verkstovunum!
Hølið til Ástaklokkuna er við at vera klárt, men eg mangli enn fígging til tað allar síðsta: Innbúgvið! Millum annað til eina espressomaskinu, ein ovn og eina uppvaskimaskinu - ja, alt tað sum ger eina matstovu til eina matstovu.
Og tí eri eg her, í vónini um at fleiri tykkara ynskja tykkum eitt matstað sum ÁSTAKLOKKUNA, og hava hug og møguleikar fyri at stuðla henni í at koma í gongd.
Óansæð vóni eg at síggjast vit í ÁSTAKLOKKUNI í summar
© 2025