Ein føroyskur matkalendari
Ein burðardygg og staðbundin matmentan
Við verkætlanini, Árið og maturin, ynskja vit at varpa ljós á góða matin, sum verður dyrkaður, veiddur og framleiddur í Føroyum.
Fyri mong kann tað tykjast torført at fáa skil á nær staðbundi maturin er í árstíð, og tí hava vit tikið stig til at menna ein føroyskan matkalendara, sum vísir nær rávørur og matvørur eru í árstíð. Kalendarin verður sniðgivin og prentaður í tveimum ymiskum formatum, sum ein ársplakat (A2) og sum vanligur kalendari við einari síðu pr. mánað (A3), og tað er føroyski teknarin og sniðgevin, Lena Nicolajsen, sum myndprýðir kalendaran.
Nógvar orsøkir eru at keypa staðbundnan mat í árstíð. Tað er gott fyri umhvørvið, at vit minka um innflutning av hópframleiddum matvørum úr fjarskotnum londum og at vit heldur økja burðardyggu matframleiðsluna og -søluna í Føroyum. Tá vit keypa staðbundnan mat beinleiðis frá føroysku framleiðarunum gagnar hetta bæði framleiðarunum, nærsamfelagnum og felagskensluna millum fólk. Somuleiðis gagnar tað føroyska búskapinum, at vit bæði framleiða, selja og nýta staðbundna matin í Føroyum.
Matkovin x Lena Nicolajsen
Árið og maturin er verkætlanarsamstarv millum Sunnivu G. Mortensen ( Matkovin ) og teknaran og sniðgevan, Lenu Nicolajsen.
Vit hava áður arbeitt saman, tá Lena teknaði postkort við staðbundnum rávørum til Matkovan ( sí tekning niðanfyri ), og samstarvið eydnaðist so mikið væl, at vit valdu at halda áfram við samstarvinum.
Í samband við verkætlanina, Árið og maturin, hevur Matkovin staðið fyri kanningararbeiði og ment yvirlit yvir nær ymsu rávørurnar og matvørurnar eru í árstíð. Lena fer at tekna allar rávørurnar og matvørurnar, og síðani myndprýðir og sniðgevir hon ársplakatina og kalendaran.
Fyri okkum hevur tað stóran týdning, at virksemið hjá okkum er umhvørvisliga, sosialt og fíggjarliga burðardygt, og verkætlanin, Árið og maturin, er einki undantak. Ársplakatin og kalendarin verða prentaðaði í burðardyggum og dygdargóðum endurnýtslupappíri hjá gamlari familjufyritøku.
Til gagn og gleði fyri øll
Øll tey, sum liva og virka í Føroyum, kunnu fáa gleði av ársplakatini og kalendaranum.
Innan matframleiðslu og -mentan, er ikki nógv undirvísingar tilfar tøkt á føroyskum. Talan er um fáar bøkur og fá grafisk verk. Tað er upplagt at skúlar og undirvísingardeplar kring landið prýða veggirnar við litríku ársplakatini og/ella kalendaranum, og nýta kunningina í undirvísingarhøpi til ymiskir aldursbólkar og í samband við ymisk fak: Heimkunnleiki, føroyskt, náttúra- og tøkni, samfelagsfrøði o.s.fr.
Tey, ið liva av og arbeiða við náttúruni, kenna til staðbundna matin og árstíðirnar, men tíðum er gott at kunna vísa kundum og øðrum kunning um matframleiðsluna og -vørurnar. Tí kunnu ársplakatin og kalendarin verða hent amboð og stuðul hjá føroyskum framleiðarunum ( Les: Bøndur, útróðrarfólk, veiðufólk o.o ).
Í matstovuvinnuni og á almennum stovnum er áhugi og eftirspurningur at nýta staðbundnar rávørur, men hjá ymsu aktørunum kann tað verða trupult at skipa innkeypið og matskránna í tráð við árstíðirnar. Ársplakatin kann gerast eitt hent og hugaligt amboð hjá kokkum og føðsluatstøðingum - bæði teimum nýggju og teimum royndu.
Einstaklingar og feløg, ið virka innan ferðavinnu og mentan, kunnu somuleiðis fáa gleði av kalendaranum. Tey, ið arbeiða innan heimablídni og við mentanarligum upplivingum hava áhuga at tosa um føroyskan mat og siðvenjur. Tá er gott høvið at taka støði í kunningini í kalendaranum, og hugleiða um árstíðir og framleiðsluviðurskifti í Føroyum.
© 2025