Breyðvirkið: vistfrøðiligt góðskubreyð, ið er gjørt úr súrdeiggi, umframt góðar kakur og annað søtt

Vit eru Fríða og Randi.
Vit hittust tá ið vit arbeiddu saman á kafé og hava brúkt nógva tíð uppá at baka og eta, og annars tosa og lesa um at baka og eta. Hagani kom hugskotið til okkara verkætlan: Breyðvirkið. Dygdarbreyð er hjartamálið.
Okkara fremsta ynski er at veita gott breyð og nýbakað søtt til at gera okkara og tykkara dag eitt sindur betri.

Hvat gera vit?
Vit hava sæð eitt rák innan breyð og bakstur, har fari verður aftur til gamlan bakihátt. Sera vælsmakkandi súrdeiggjbreyð, gjørt úr fáum og góðum ráðvørum. Mjøl, salt og vatn, so einfalt kann tað vera.
Okkara úrval er væl útvalt og smælt, men altíð við onkrum eyka hugskoti undir lokinum. Rugbreyð, ljós breyð, við og uttan kjarnur, wienarbreyð og køkur av ymsum slag og ymiskt annað sum dagurin og árstíðin førir við sær.

Hví hópfígging?
Peningurin sum vónandi kemur inn her, fer til útgerð til bakaríið, so sum maskinur og onnur tól sum sikra okkara framleiðslu.
Málið er sett eftir tí vit vóna at fáa, men skuldu vit verði so hepnar at fingið meira enn setta málið, so verur vónandi ráð til at keypa fleiri maskinur sum víðka okkara vøruúrval.
Finn okkum á Instagram @breydvirkid og á Facebook undir Breyðvirkið :)
© 2026