Treytir

1.- Viðskiftatreytir

1.1.- Vinarliga les viðskiftatreytirnar gjølla (‘Avtalan’ ella ‘Viðskiftatreytir’), áðrenn tú brúkar tænasturnar hjá Hópfígging (‘Hópfígging’ ella ‘Felagið’). Henda avtalan útleggur løgfrøðiliga bindandi treytir galdandi fyri tína nýtslu av heimasíðuni www.hopfigging.fo (‘Heimasíða’) og tænastuni, ið felagið eigur og rekur (saman við ‘Heimasíðuni’, ‘Tænastan’). Tá tú nýtir tænastuna, harímillum við at vitja heimasíðuna, vísir tú, at tú hevur lisið, skilt og váttað at verða bundin av hesari avtalu. Um tú ikki váttar at fylgja hesum viðskiftatreytum, skalt tú lata vera við at brúka ella vitja heimasíðuna ella tænastuna.

1.2.- Vit veita hesa tænastu treytað av tínari viðurkenning av øllum treytum í hesum viðskiftistreytunum, harímillum reglugerðin fyri privatlív, ið er at finna á:

Reglugerð um privatlív.

1.3.- Felagið tilskilar sær rættin at tillaga og broyta hesar viðskiftatreytir við at leggja dagførdu treytirnar á heimasíðuna. Dagfestingin fyri seinastu endurskoðan av avtaluni verður løgd inn ovast á síðuna. Tað er tín ábyrgd at kanna um viðskiftatreytirnar eru broyttar. Framhaldandi nýtsla av tænastuni eftir einhvørja broyting av viðskiftatreytunum er at rokna sum ein játtan av broytingini.

2.- Brúkarar

2.1.- Øll, ið vitja www.hopfigging.fo, hvørt tey skráseta seg ella ikki, eru brúkarar (‘Brúkarar’).

2.2.- Tænastan er bert til taks fyri einstaklingar, ið eru yvir átjan (18) ár og/ella eru komin til lógaldurs í dómsvaldinum, har viðkomandi býr. Einhvør nýtsla ella vitjan á heimasíðuni framd av einstaklingum, ið eru undir átjan (18) ella undir lógaldur, er ikki løggild, er heimildarleys og at rokna sum eitt brot ímóti hesum viðskiftatreytum. Við at brúka tænastuna ella heimasíðuna sigur og váttar tú, at tú ert ein einstaklingur, ið er yvir átjan (18) ár og er myndigur í tínum dómvaldi til at gera ein bindandi sáttmála.

2.3.- Partafeløg og eindir mugu verða umboðað av einum einstaklingi, ið er átjan (18) ár ella eldri, sum umboðar virksemið á heimasíðuni.

2.4.- Felagið hevur onga skyldu at góðtaka nakran einstakling sum brúkara og kann, eftir egnum tykki, nokta at veita tænastu til einhvønn persón ella felag og kann broyta metingarstøðið til eina og hvørja tíð. Hendan ásetingin er ógildað í dómvaldum, har hetta er bannað við lóg, og tískil eru rættindi til at fáa atgongd til tænastuna strikað í viðkomandi dómsvaldum.

3.- Skráseting

3.1.- Til ber at síggja innihald á heimasíðuni uttan at skráseta seg, men nýtsla av ávísum funkum í tænastuni er treytað av tíni skráseting í felagnum, og at tú velur eitt brúkaranavn (‘Brúkaranavn’) og loyniorð. Felagið kann krevja eyka upplýsingar sum hjálpa til at vátta tín samleika, næstu ferð tú ritar inn (‘Eindømis Dátuheiti’). Tú skalt veita skrásetingarupplýsingar ið eru neyvar, fullfíggjaðar og dagførdar. Verður hetta ikki gjørt, er tað at rokna sum eitt brot á viðskiftatreytirnar og kann hava við sær stundisliga avtakan av brúkarakonto tíni.

3.2.- Ikki er loyvt at nýta brúkaranøvn, sum eru nøvn ella orðingar, ið (i) eru navni hjá einum øðrum persóni við tí ætlan at persóngera viðkomandi; (ii) ein annar persónur eigur rættindi til, uttan røttu heimild; ella (iii) eru ónærislig, grov ella ósømilig. Felagið tilskilar sær rættin at nokta skrásetan ella vátta strikan av einum brúkaranavni. Harafturat tilskilar felagið sær rættin at strika ella broyta títt brúkaranavn, loyniorð ella eindømis dátuheiti til eina og hvørja tíð.

3.3.- Tú hevur fulla ábyrgd av øllum virksemi á tínari konto, harímillum at dylja títt loyniorð til heimasíðuna. Tú skalt aldrin brúka aðra brúkarakonto uttan týðiligt loyvi frá viðkomandi brúkaranum. Tú gevur umgangandi felagnum skrivlig boð um einhvørja óheimilaða nýtslu av tínari konto ella onnur trygdarbrot viðvíkjandi tínari kontu.

4.- Tænastan

4.1.- Hópfígging er eitt sosialt netverk, har verkætlanarskaparar (‘Verkætlanarskaparar’) gera átøk fyri at savna inn pening til skapandi verkætlanir við at bjóða afturløningar fyri at útvega pening frá stuðlarum (‘Stuðlarar’). Við at skapa eitt peningainnsavnandi átak á heimasíðuni, gevur tú sum verkætlanarskapari almenninginum møguleika fyri at gera ein sáttmála við teg. Við at stuðla einum peningainnsavnandi átaki á heimasíðuni, góðtekur tú sum stuðlari hetta tilboð, og sáttmálin ímillum stuðlara og verkætlanarskapara er harvið stovnaður. Allur handilsskapur kemur bert fyri ímillum brúkarar innan viðskiftarammurnar hjá Quickpay (gjaldstænasta, ið felagið samstarvar við). Hópfígging luttekur ikki á nakran hátt í tí avtalu.

Á verandi heimasíðu ber til at fylgja verkætlanum og at stuðla teimum við peningagávum og tilsøgnum. Heimasíðan útvegar eina skipan fyri uppsetan og almannakunngerð av verkætlanunum og gevur teimum harvið møguleika til at savna stuðul. Heimasíðan rúmar eisini varðaskipan felagsins (‘Varðaskipan’) har verkætlanarskaparar kunnu áseta varðar fyri teirra verkætlan. Seinni, so hvørt sum verkætlanin tekur seg fram, kunnu stuðlarar og fylgjarar hjá verkætlanini síggja, um hon hevur rokkið ásettu varðunum.

4.3.- Verkætlanarskaparar avgera upphæddina, sum teir meta neyðuga fyri, at teirra verkætlan kann eydnast (‘Fíggingarmið’), og stuðlarar kunnu stuðla verkætlanini við at gera tilsagnir í ásetta tíðarskeiðinum (‘Stuðulstíðarskeið’).

4.4.- Allar tilsagnir latnar eini verkætlan verða savnaðar (tilskilaðar) í góðkendu gjaldskipanini hjá Gjaldssamstarvsfelagunum. Ongar tilsagnir verða útflýggjaðar ella settar inn á fíggingarkontuna hjá felagnum. Um ásetta fíggingarmiðið er rokkið, áðrenn stuðulstíðarskeiðið er lokið, verða tær savnaðu, góðkendu upphæddirnar latnar verkætlanarskaparanum umvegis gjaldstænastunum ið felagið samstarvar við. Hinvegin, um fíggingarmiðið ikki verður rokkið í stuðulstíðarskeiðinum, verður ongin tilsøgn flutt ella latin verkætlanarskaparanum.

4.5.- Tilsagnir kunnu ikki endurrindast í stuðulstíðarskeiðinum. Ein tilsøgn verður ikki flutt frá gjaldskorti brúkarans eftir lokið stuðulstíðarskeið, um fíggingarmiðið fyri verkætlanina ikki varð rokkið.

4.6 - Verkætlanarskaparar verða ásettir at fullgera allar afturløningar í teirra pengainnsavnandi átaki, ið eydnast. Hópfígging hevur onga ábyrgd av, at afturløningar verða fullgjørdar.

5.- Leiðreglur fyri felagsskapin

5.1.- Ein treyt fyri nýtslu er, at loyvt er ikki at nýta tænastuna til onnur endamál, ið eru forboðin í viðskiftatreytunum ella við lóg. Tænastan er bert til tína egnu persónligu, ikki-vinnuligu nýtslu (fyriuttan undir umstøðum, sum eru ásettar í hesari grein í viðskiftatreytunum við heitinum “Søla”). Tú ber ábyrgdina fyri alt títt virksemi í samband við tænastuna. Hvørki tú ella ein triði partur, ið nýtir tína kontu, skal fremja nakra gerð ella leggja út innihald, sum:

a. ger seg inn á einkarætt, vørumerki, handilsloyndarmál, upphavsrætt, lýsingarrætt ella onnur rættindi, ið nakar persónur ella nakað felag varðar av ella brýtur nakra lóg ella nakran sáttmála;

b. tú veitst er falskt, skeivt ella misvísandi;

c. er ólógligt, hóttandi, korrupt, plágandi, niðrandi, óálítandi, svikaligt, ærumeiðandi, skaðavaldandi, ónæriligt, ágangandi, gudsspottandi ella ger seg inn á privatlívið hjá einum øðrum persóni;

d. er óbiðin ella óheimilað lýsing ella lýsingartilfar ella eitthvørt slag av ruskposti, óbidnum telduposti ella ketubrævi;

e. inniheldur forritavirus ella aðrar teldukotur, fílur ella skipanir, ið eru ætlaðar at órógva, skaða, avmarka, ella forða fyri røttu funkunum í einumhvørjum forriti, tólbúnaði ella fjarskiftisútgerð ella at skaða ella fáa óheimilaða atgongd til einhvørja skipan, dátu, loyniorð, ella aðrar upplýsingar felagsins ella einhvørjum triðja parti;

f. brýtur einhvørja lógásetta skyldu til ein triðja part, so sum ein sáttmálabundin skylda ella trúnaðarskylda; ella

g. persónger ein persón ella eitt felag, harímillum eitthvørt starvsfólk ella umboðsfólk felagsins.

5.2.- Tú skalt hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis: (i) avbrongla, endurtýða, taka sundur, móttøkna ella á annan hátt royna at fáa hendur á einhvørja keldukotu ella grundleggjandi hugskot ella algoritmu í einhvørjum parti av tænastuni, undantikið tá galdandi lógir ítøkiliga banna slíka avmarking; (ii) broyta, týða ella á annan hátt skapa verk eftirgjørd av einhvørjum parti av tænastuni; ella (iii) avrita, leiga, býta út ella á annan hátt avhenda eitthvørt rættindi, sum tú fært niðanfyri. Tú skalt halda allar galdandi kommunalar, ríkis- og altjóða lógir og fyriskipanir.

6.- Søla

6.1.- Við at stuðla ella stovna eina pengainnsavning á Hópfígging játtar tú at fylgja hesum treytum:

a. Stuðlar játta at útvega gjaldsupplýsingar, tá ið teir gera tilsøgn um at stuðla einum átaki.

b. Stuðlar játta, at felagið og gjaldstænasturnar, ið felagið samstarvar við, kunnu umbiðja eitt gjald fyri eina upphædd á fullu tilsøgnina, tá tilsøgnin er framd.

c. Stuðlar játta at hava nóg nógvan pening ella kreditt tøkan, tá ið teir geva teirra tilsøgn, og hervið tryggja, at afturløningin kann krevjast inn, tá ið verkætlanin røkkur sítt fíggingarmið.

d. Stuðlar játta, at gjaldið, sum teir tilsiga einari verkætlan, ikki kann endurrindast í stuðulstíðarskeiðnum.

e. Stuðlar játta, at gjaldið, sum teir tilsiga verkætlanini, bert kann strikast, um verkætlanin, sum tilsøgn er gjørd til, ikki røkkur fíggingarmiðnum, áðrenn stuðulstíðarskeiðið er útgingið.

f. Verkætlanarskaparar vátta, at teir í góðari trúgv fara at royna at fullgera hvørja einstaku afturløning innan ætlaða avgreiðsludagin.

g. Ætlaði avgreiðsludagurin fyri hvørja einstøku afturløning er ikki eitt lyfti um, at afturløningin er fullgjørd áðrenn avgreiðsludagin, men er ein meting um, nær verkætlanarskaparin vónar, at afturløningin er fullgjørd.

h. Hópfígging hvørki myndar, tryggjar ella tekur ábyrgd fyri, at: (i) afturløningar verða útflýggjaðar; (ii) afturløningar eru nøktandi. Tað er ábyrgdin hjá stuðlaranum at vísa hóskandi nærlagni, áðrenn tilsøgn verður givin.

i. Verkætlanarskaparar hava ikki loyvi at bjóða fram verkætlan, ið teir ikki eiga ella hava rættindi til at bjóða fram. Tað vil siga, at tú hevur ikki rætt til at vera umboð vegna einhvønn triðja part.

j. Í samband við øll átøk gevur Hópfígging verkætlanarskaparanum navn, teldupost, bústað og tilsagnarupphædd hjá hvørjum stuðlara. Um átakið eydnast, gevur felagið eisini verkætlanarskaparanum upplýsingar fyri, nær hvør stuðlari gav sína tilsøgn um stuðul og skrásetta gjaldingarháttin.

k. Í samband við summum afturløningum er neyðugt, at verkætlanarskaparin móttekur fleiri upplýsingar frá stuðlarum, so sum eina postadressu ella T-shirt-stødd, fyri at gera verkætlanarskaparan føran fyri at útvega afturløningarnar. Verkætlanarskaparin skal biðja um upplýsingarnar beinleiðis frá stuðlarunum, tá átakið fyri peningainnsavnan er eydnast. Stuðlarar vátta at geva verkætlanarskaparanum upplýsingarnar innan eitt rímiligt tíðarskeið.

l. Felagið kann ikki tryggja, at verkætlanarskaparar móttaka tilsøgdu upphæddina, frádrigið avgjald, av tí at tað kemur fyri, at gjøld frá stuðlarum ikki koma ígjøgnum.

m. Hópfígging tilskilar sær rættin at strika eina tilsøgn til eina og hvørja tíð av einhvørjari orsøk.

n. Felagið tilskilar sær rættin at vraka, strika, avbróta, taka burtur ella steðga einum átaki til eina og hvørja tíð av einhvørjari orsøk. Politikkurin hjá felagnum er at tilskila sær rættin til ikki at viðmerkja orsøkirnar fyri hesar gerðir.

o. Verkætlanarskaparar eiga ikki at seta nakað í verk treytað av, at teirra verkætlan er løgd út á heimasíðuna, ella peningur er tilsagdur, fyrr enn teir hava møguleika fyri at taka út og brúka peningin. Seinking kann fyrikoma ímillum, at ein væleydnað peningainnsavnan er av, inntil atgongd er til peningin.

p. Verkætlanarskaparar játta, at teir ikki misnýta persónligu upplýsingarnar hjá øðrum brúkarum. Misnýtsla vil siga at nýta persónligar upplýsingar til annað endamál enn tað, ið er greitt ásett í verkætlanini, ella at nýtslan ikki er knýtt at handanini av einari vøru ella tænastu, ið er greitt ásett í verkætlanini.

6.2.- Hópfígging hevur onga ábyrgd av einhvørjum missi ella skaða, ið koma fyri í samband við afturløningar ella aðrari nýtslu av tænastuni.

6.3.- Hópfígging hevur onga ábyrgd av ósemjum millum brúkarar ella brúkarar og einhvønn triðja part, sum stendist av nýtslu av tænastuni. Hetta fevnir um - men er ikki avmarkað til - avgreiðslu av vørum, tænastum, treytum og garanti ella umboðan knýtt at átøkum á heimasíðuni. Hópfígging hevur ikki eftirlit við verkætlanum í mun til avrik og stundvísi.

6.4.- Felagið stuðlar ikki brúkarainnlatingum.

6.5.- Tú loysir Hópfígging og tess starvsfólk, arbeiðsfólk, umboðsfólk og seinni rættindahavarar úr skyldu í samband við rættindi, um krøv og skaði av nøkrum slag, kunnugt ella ókunnugt, væntað ella óvæntað, upplýst ella loyniligt, sum kemst av ella á nakran hátt er tengt at tænastuni og ósemju.

7.- Avgjøld og skattur

7.1.- Brúkarar kunnu ókeypis skráseta og umsita eina kontu.

7.2.- Hópfígging dregur otta prosent (8,0 %) í avgjald av samlaðu, innsavnaðu peningaupphæddini frá øllum verkætlanum, har tað eydnast at røkka ásetta fíggingarmiðið (’Eydnugjald’).

7.3.- This website is operated by Iverksetarahúsið FO567043, located at Garðavegur 57, FO-700 Klaksvík. You can get in touch with them via email iverksetan@iverksetan.fo.

7.4.- Hópfígging hevur ikki ábyrgd fyri avrikinum hjá gjaldstænastunum, ið felagið samstarvar við.

7.5.- Tilsagnir til verkætlanir hjá Hópfígging verða viðgjørdar við eWallet skipanini, ið gjaldstænastuveitarin nýtir. Tilsagnirnar verða viðgjørdar av gjaldstænastuveitaranum eftir ávísingunum hjá felagnum.

7.7.- Tá ein verkætlan eydnast, móttekur verkætlanarskaparin innsavnaðu peningaupphæddina - øll avgjøld frádrigin - skjótast gjørligt eftir, at átakið er endað. Tá flytur gjaldstænastuveitarin peningaupphæddina á bankakontuna hjá verkætlanarskaparanum.

7.8.- Verkætlanarskaparar hava ábyrgd fyri at rættvísandi leggja fram og at gjalda rættstundis allan skatt, ið er galdandi fyri allar tilsagnir, ið teir hava móttikið. Hópfígging hevur onga ábyrgd av atburðinum hjá brúkarum viðvíkjandi skattagjaldi.

7.9 - Såfremt et projekt ikke når sit mål, skal merchant tilbagebetale til kortholderne. Dette vil resultere i en negativ balance på kontoen, eftersom gebyr til kortselskaberne er fratrukket, samt at der tillægges et refunderingsgebyr på DKK 1.75 per refundering. Denne negative balance opkræves via betalingslink som sendes til Íverksetarahúsið på iverksetan@iverksetan.fo, som ligeledes hæfter for beløbet.

8.- Aðrar heimasíður

8.1.- Tænastan loyvir tær at leinkja til aðrar heimasíður á netinum, og aðrar heimasíður kunnu innihalda leinkjur til heimasíðuna. Tá ið tú fert inn á heimasíðu hjá einum triðja parti, hevur tú sjálv/ur ábyrgdina av tí. Felagið stýrir ikki øðrum heimasíðum, og tú viðurkennir, at felagið hevur onga ábyrgd av innihaldinum, funkunum, neyvleikanum, løgmætinum, gagnseminum ella øðrum viðurskiftum á øðrum heimasíðum.

8.2.- Einhvør leinkja til heimasíðuna á aðrari heimasíðu ber ikki við sær, at felagið góðkennir ella hevur nakað tilknýti til heimasíðuna. Tú viðurkennir og játtar, at Hópfígging ikki er endurgjaldsskyldugt fyri einhvønn skaða, ið stavar frá nýtslu av innihaldi, vørum ella tænastum, ið eru til taks ígjøgnum einhvørja heimasíðu ella eitthvørt tilfeingi hjá einum triðja parti.

9.- Innihald og loyvi

9.1.- Tænasturnar innihalda tilfar so sum forrit, tekst, teknindi, myndir, ljóðbrot, ljóð- og sjónverk og annað tilfar útvegað av ella vegna Hópfígging (samlað víst til sum ‘Innihald’).

9.2.- Tú játtar, at tænastan hevur innihald útvegað av felagnum og tess felagum og brúkarum, og at Innihaldið kann vera vart við útgávurætti, vørumerki, tænastumerki, einkarætti, handilsloyndarmáli ella øðrum rætti og lógum. Tú skalt lýða og varðveita allan útgávurætt og aðrar lógásettar kunngerðir, upplýsingar ella avmarkingar í eitthvørt innihald, ið er atkomuligt ígjøgnum tænastuna.

9.3.- Felagið veitir hvørjum einstøkum brúkara av tænastuni eitt heimsumfatandi loyvi, sum ikki kann gevast víðari ella nýtast og endurskapast bert til persónliga, ikki-vinnuliga nýtslu. Nýtsla, endurskapan, broyting, útbýting ella goymsla av einhvørjum innihaldi fyri annað enn persónligu, ikki-vinnuliga nýtslu er bannað uttan skrivligum loyvi frá felagnum ella upphavsrættarhavaranum frammanundan. Tú skalt ikki selja, heimila, leiga ella á annan hátt nýta ella misnýta eitthvørt Innihald til vinnuliga nýtslu ella á nakran annan hátt, ið brýtur rættindi hjá triðja parti.

10.- Upphavsrættur

10.1.- Við at veita, leggja til, skapa, uppsenda, senda inn, býta út, einfalda útbýting av, savna, posta ella á annan hátt gera atkomuligt eitthvørt innihald (brúkarainnlatingar), annaðhvørt á heimasíðuni ella ígjøgnum tænastuna, gongur tú við til hesar treytir:

a. Felagið hevur ongan ognarætt yvir tínum brúkarainnlatingum. Kortini hevur felagið tørv á fylgjandi loyvi fyri at avrika og lýsa tænastuna tína vegna og vegna øðrum brúkarum og tænastuni í sjálvum sær. Tú gevur felagnum ein heimsumfatandi, ævigan, óbroytiligan, umsetiligan, nýtslugjaldsfrían, almennan, víðarigeviligan rætt til at (og at loyva øðrum at virka felagsins vegna) (i) nýta, rætta, tillaga, gera eftirgjørd verk úr, eftirgera, hýsa, vísa, stroyma, varpa, avspæla, ljóðskriva, gera avrit, bjóða, lýsa, selja, útbýta og á annan hátt gagnnýta tínar brúkararinnlatingar og tíni vørumerki, tænastumerki, lýsingaslagorð, búmerki og tílík navnvarnarrættindi (samlað víst til sum “Vørumerki”) í samband við (a) tænastuna, (b) virksemi felagsins (og tess seinni rættindahavarar og fulltrúar), (c) lýsing, marknaðarførslu og umskipan av pørtum av ella allari heimasíðuni (og harav eftirgjørd verk) ella tænastuni í einhvørjum miðlakarmi og ígjøgnum einhvørja miðlarás - íroknað, uttan avmarking, heimasíður hjá triðjaparti); (ii) gera eitthvørt í skal til fyri at avrika og marknaðarføra tænastuna; (iii) loyva tess brúkarum at stroyma, varpa, avspæla, taka niður, vísa, bjóða, útbýta og á annan hátt nýta brúkarainnlatingar og vørumerki í samband við tænastuna; og (iv) nýta og útgeva, og loyva øðrum at nýta og útgeva brúkarainnlatingar, vørumerki, nøvn, andlitsmyndir og persónligt og ævisøguligt tilfar hjá tær og limunum í tínum bólki í samband við útvegan ella marknaðarførslu av tænastuni. Undanfarna loyvi felagsins ávirkar ikki annan ognarrætt ella loyvi hjá tær til tínar brúkarainnlatingar, íroknað rættin at geva eykaloyvir til tínar brúkarainnlatingar.

b. Tú gevur út tínar brúkarainnlatingar og kann verða alment eyðmerkt/ur av tínum navni ella brúkaranavni í samband við tínar brúkarainnlatingar.

c. Tú gevur hvørjum einstaka brúkara loyvi at fáa atgongd til tínar brúkarainnlatingar ígjøgnum tænastuna og at nýta, rætta, tillaga, eftirgera, útbýta, gera eftirgjørd verk úr, vísa og avrika tílíkar brúkarainnlatingar bert fyri persónliga, ikki-vinnuliga nýtslu.

d. Tú samtykkir harumframt, at tínar brúkarainnlatingar ikki innihalda tilfar, ið er undir útgávurættinum hjá triðja parti ella tilfar, ið er undir navnvarnarrættindinum hjá triðja parti, uttan so at tú hevur fingið loyvi frá løgliga eigaranum av tilfarinum, ella at tú á annan hátt lógliga hevur fingið rættin til at nýta tilfarið og at at veita Hópfígging øll loyvisrættindi givin í hesum.

e. Tú geldur øll nýtslugjøld og aðrar upphæddir skyldaðar til einhvønn persón ella eitthvørt felag, sum stavar frá tínum brúkarainnlatingum til tænastuna, ella frá at felagið útgevur ella hýsir brúkarainnlatingunum sum ætlað við hesum viðskiftatreytum.

f. Nýtsla og annað brúk av brúkarainnlatingum av felagnum ella brúkarum sum ætlað við hesi avtaluni fer ikki at gera seg inn á ella bróta rættindi hjá einhvørjum triðja parti, m.a. privatlívsrættindi, útgevararættindi, rithøvundarættindi, sáttmálarættindi ella onnur upphavs- ella navnvarnarrættindi.

g. Felagið eigur rættin til at strika, rætta, tillaga, broyta, skriva úr ella týða ein og hvørja av tínum brúkarainnlatingum.

h. Allar upplýsingar postaðar alment ella varpaðar privat ígjøgnum heimasíðuna eru ábyrgdin hjá persóninum, sum er upphavsmaður fyri innihaldið.Hópfígging hevur ikki eftirlit við innihaldið í samskiftinum ímillum brúkarar ella samvirkan ímillum brúkarar og tænastuna og hevur onga ábyrgd av góðskuni, trygdini, moralinum, løgmætinum, sannførinum ella neyvleikanum av brúkara innihaldi.

i. Felagið hevur onga endurgjaldsskyldu fyri einhvørja villu ella misrøkt í einhvørjum innihaldi.

j. Felagið kann ikki tryggja samleikan hjá nøkrum av hinum brúkarunum, sum tú samvirkar við, meðan tú nýtir tænastuna. Hópfígging ger onga roynd at vátta samleikan hjá einhvørjum brúkara. Tú hevur fulla ábyrgd av at avgera samleikan og førleikan hjá øðrum brúkarum, ið tú setir teg í samband við ígjøgnum tænastuna.

k. Alt innihald, sum tú fært atgongd til ígjøgnum tænastuna, tekur tú sjálv/ur ábyrgdina fyri, og tú hevur fulla ábyrgd fyri einhvønn skaða ella eitthvørt tap, sum kemst av hesum til ein annan part.

10.2.- Felagið hevur tann politikkin, at tað kann, undir teimum røttu umstøðunum, strika brúkarakontur, sum endurtakandi bróta upphavsrættindini hjá øðrum. Hópfígging kann eisini strika brúkarakontur grundað einum einstakum broti.

11.- Uppsøgn

11.1.- Felagið kann til eina og hvørja tíð strika tína atgongd til tænastuna uttan orsøk ella fráboðan, ið kann hava við sær, at allar upplýsingar knýttar at tínari konto verða burtur ella oyðilagdar. Ynskir tú at strika tína konto, kanst tú fylgja leiðbeiningini á heimasíðuni.

11.2.- Einki avgjald, ið er goldið felagnum, verður afturgoldið.

11.3.- Allar ásetingar í viðskiftatreytunum, sum náttúrliga yvirliva uppsøgn, skulu yvirliva uppsøgn, íroknað, uttan avmarking, ásetingar um ognarrætt, ábyrgdaravkannan, trygging og avmarkað ábyrgd.

12.- Ábyrgdaravkannan

12.1.- Felagið hevur ikki eitt serstakt samband ella trúnaðarskyldu við tær. Tú viðurkennir, at felagið hevur onga skyldu á nakran hátt at virka viðvíkjandi eitthvørt av hesum: Hvørjir brúkarar fáa atgongd til heimasíðuna; hvat fyri innihald brúkarar fáa atgongd til ígjøgnum heimasíðuna; hvat fyri ávirkan innihaldið kann hava á brúkarar; hvussu brúkarar kunnu tulka ella nýta innihaldið; ella hvat brúkarar gera grundað á, at teir hava verið fyri innihaldinum. Felagið tryggjar ikki trúvirðið í dátum ella upplýsingum, sum brúkarar útvega um teir sjálvar ella teirra átak og verkætlan. Tú loysir felagnum úr einhvørjari skyldu fyri, at tú hevur fingið ella ikki fingið innihald ígjøgnum heimasíðuna. Heimasíðan kann innihalda ella leiða teg til heimasíður, ið innihalda upplýsingar, sum summi halda vera ónærisligar ella óhóskandi. Felagið umboðar ikki eitthvørt innihald á heimasíðuni, og felagið hevur ikki ábyrgd fyri neyvleikanum, lýdni mótvegis útgevararættindum, løgmætinum ella siðseminum í tilfarinum, ið tænastan inniheldur.

12.2.- Felagið tryggjar ikki, at eitthvørt innihald verður gjørt til taks ígjøgnum tænastuna. Felagið hevur onga ábyrgd fyri at hava eftirlit við tænastuni ella innihaldinum. Felagið tilskilar sær rættin, til einhvørja tíð, av einhvørjari orsøk, uttan fráboðan, at: (i) strika, vraka, avbróta, taka burtur ella steðga einum átaki ella einari verkætlan; (ii) taka burtur, rætta ella tillaga eitthvørt innihald, íroknað, men ikki avmarkað til, einhvørja brúkarainnlating; og (iii) taka burtur ella steðga einhvønn brúkara ella eitthvørt brúkarainnihald. Hópfígging tilskilar sær rættin ikki at viðmerkja orsøkirnar til hesar gerðir.

12.3.- Tænastan verður veitt í tí standinum, hon er í, og er uttan vehald av nøkrum slag, hvørt týðiligt ella undirskilt, harímillum undirskilt vehald av heiti, søluføri, og nýtleika til eitt ávíst endamál, og eitthvørt vehald undirskilt av einhvørjari útinningsleið ella nýtslu av vinnu, sum øll eru staðiliga frákannað. Felagið og tess stjórar, starvsfólk, umboðsfólk, veitarar, partaeigarar og útvegarar av innihaldi tryggja ikki, at: (a) tænastan er vard ella atkomulig til einhvørja tíð ella á einhvørjum stað; (b) eitthvørt brek ella villa verða rættað; (c) eitthvørt innihald ella forrit tøkt í ella ígjøgnum tænastuna er frítt fyri virus ella øðrum skaðiligum lutum; ella (d) úrslitið av at nýta tænastuna fer at møta tínum tørvi. Tín nýtsla av tænastuni er tín egna ábyrgd. Summi lond loyva ikki avmarkingum á, hvussu leingi eitt undirskilt vehald varar, so tað er møguligt at omanfyristandandi avmarkingar ikki venda sær til tín.

12.4.- Heimasíðan kann innihalda tøkniligar skeivleikar, prentvillur ella vanrøkt. Hópfígging hevur onga ábyrgd av einhvørjari slíkari prent-, tøkni- ella prísvillu á heimasíðuni. Heimasíðan kann innihalda upplýsingar um møguleikar, ið ikki eru tøkir á øllum støðum. Ein tilvísing til ein møguleika á heimasíðuni hevur ikki við sær, at ein slíkur møguleiki er ella verður tøkur, tá ið tú vilt miða ímóti honum. Hópfígging tilskilar sær rættin at gera broytingar, rættingar ella betra heimasíðuna til einhvørja tíð uttan fráboðan ella skuld.

12.5.- Hópfígging er ikki heimilað til at veita fíggjarliga vegleiðing ella íløgutænastur og veitir ikki slíkar tænastur. Hópfígging heftir ikki fyri atburðin hjá einhvørjum brúkara ella innihaldi viðvíkjandi fíggjarlig ráð ella íløgur á ella av heimasíðuni. Íløgumøguleikarnir á heimasíðuni eru ikki heimilaðir av fíggjarliga eftirlitsmynduleikanum í Føroyum, og tað er tín ábyrgd at vísa hóskandi nærlagni, áðrenn tú stuðlar einari verkætlan.

12.6.- Felagið tryggjar ikki trúnaðin av einhvørjum samskifti ella upplýsingum, sum verða sendir umvegis heimasíðuna ella aðrar heimasíður knýttar at heimasíðuni. Felagið hevur onga ábyrgd av trúnaðinum av teldubústøðum, skrásetingar- og samleikaupplýsingum, diskrúmd, samskifti, trúnaðarupplýsingum, upplýsingum um handilsloyndarmál ella eitthvørt annað innihald goymt á útgerð felagsins, sent ígjøgnum netverk, ið heimasíðan hevur atgongd til, ella á annan hátt knýtt at tínari nýtslu av tænastuni.

13.- Endurgjaldskylda

13.1.- Tú skalt verja, veita endurgjald til og halda meinaleyst felagið, tess dótturfeløg og øll starvsfólk felagsins og starvsfólk dótturfelagsins, sáttmálapartar, stjórar, veitarar og umboðsfólkum frá allari skuld, krøvum og útreiðslum, íroknað rímilig sakførara samsýning og aðrar lógsóknarútreiðslur, ið stava frá ella eru knýttar til tína nýtslu ella misnýtslu av tænastuni og hennara innihaldi, ella frá tínum brúkarainnlatingum, brot á viðskiftatreytirnar, ella lógabrot framt av tær, ella einhvørjum triðja parti, sum nýtir tína kontu, upphavsrættin ella annan rætt hjá einhvørjum persóni ella felagi. Felagið tilskilar sær rættin at átaka verju og ræði á einhvørjum máli, ið annars áleggur tær endurgjaldskyldu. Í hesum førum verður tú til hjálpar og samstarvar við felagnum í at halda fast við møguligar verjur.

14.- Avmarkan av ábyrgd

14.1.- Í ongum umstøðum skal Hópfígging, ei heldur tess stjórar, starvsfólk, umboðsfólk, partaeigarir, veitarar, ella útvegarar av innihaldi verða ábyrgdarar av sáttmála, endurgjaldsábyrjandi skaðagerð, strangari endurgjaldsábyrgd, óansni, ella einhvørjum lógligum ella rættvísum ástøði, í mun til tænastuna (i) fyri eitthvørt tap av inntøku, tap av dátum, kostnaði fyri útvegan av mati ella tænastum, ið verða nýttar ístaðin, ella serligum, óbeinleiðis, revsingar-, ella fylgiskaða av nøkrum slag, vørur ella tænastur, ið verða nýttar í staðin (hvat enn hesar standast av), (ii) fyri einhvørja lús, virus, troiahestar, ella líknandi (uttan mun til, hvar hesi koma frá), ella (iii) fyri einhvønn beinleiðis skaða.

14.2.- Hópfígging hevur onga ábyrgd av einhvørjum beinleiðis ella óbeinleiðis rakstrarmissi ella skaða, sum einhvør brúkari tekur upp á seg í samband við heimasíðuna ella í samband við nýtslu av, ella vantandi møguleika fyri nýtslu av, heimasíðuni, einhvør heimasíða knýtt at henni og eitthvørt tilfar postað á henni, harímillum:

a. tap av inntøku ella umsetningi;

b. tap av umsetningi;

c. tap av vinningi ella sáttmálum;

d. tap av væntaðum sparingum;

e.tap av dátum;

f. tap av vælvilja;

g. spilt leiðslu- og kontórtíð; ella

h. eitthvørt tap ella skaða av nøkrum slag, sama hvussu tað er uppstaðið, ella um tað kemst av endurgjaldsábyrgjandi skaðagerð (íroknað vanrøkt), brot á sáttmála ella ikki, sjálvt um tað kann síggjast frammanundan.

15.- Altjóða

15.1.- Tað er bannað at nýta tænastuna í økjum, har innihaldið er ólógligt. Um tú nýtir tænastuna frá øðrum støðum, gert tú hetta av tínum eintingum og hevur ábyrgd fyri at fylgja galdandi lógir á staðnum.

16.- Elektronisk avgreiðsla, politikkur um fráboðan og títt samtykki

16.1.- Við at nýta tænastuna játtar tú at móttaka alt samskifti frá Hópfígging, íroknað fráboðanir, avtalur, lógkravdar kunngerðingar og aðrar upplýsingar viðvíkjandi tænastunum (samlað víst til sum ‘Sáttmálafráboðanir’) elektroniskt.

16.2.- Hópfígging kann útvega elektroniskar sáttmálafráboðanir við at posta tær á heimasíðuna. Ynskir tú at ógilda títt samtykki um at móttaka sáttmálafráboðanir elektroniskt, mást tú gevast við at nýta tænastuna.

17.- Galdandi lóg

17.1.- Hesar viðskiftatreytir (og einhvørjar reglur, reglugerðir ella leiðreglur tiknar uppí við tilvísing) skulu verða stýrdar av og settar saman í samsvar við føroyska lóggávu uttan at ávirka einhvørja meginreglu um stríð millum lóggávur.

17.2.- Tú játtar, at felagið og tess tænastur eru at síggja sum ein passiv heimasíða, ið ikki gevur persónliga lógsøgn yvir Hópfígging ella tess upphav, dótturfeløg, seinni rættindahavarar, fulltrúar, starvsfólk, umboðsfólk, stjórar, stjórnarlimir ella partaeigarar, annaðhvørt serstakir ella almennir, í einhvørjum dómsvaldi undantikið tí føroyska.

17.3.- Tú játtar, at at eitthvørt rættarmál ella sakarmál um rætt og rímiligt, sum kemst av ella er knýtt at hesum viðskiftatreytum, ella tínari nýtslu ella ónýtslu av tænastunum, skal takast upp í dómstóli í Føroyum, og hervið játtar tú og gevur teg undir persónligu lógsøgnina hjá tílíkum dómstóli, tá ið endamálið er at lógsøkja eitthvørt rættarmál.

17.4.- Tú sigur hervið frá tær einhvørjan rætt til rættarkanning við nevningatingi í einhvørjari ósemju, rættarmáli ella rættarsókn.

18.- Enskt mál

18.1.- Henda avtalan kann verða týdd og tøk á øðrum málum enn tí føroyska. Hetta er bert ein góðvildarveiting og av praktiskum áðum.

19.- Samstarv og óvirkni fylgistreytanna

19.1.- Hesar viðskiftatreytir og annað tilvíst tilfar eru alt avtalan millum teg og felagið viðvíkjandi tænastuna og koma í staðin fyri alt fyrrverandi ella núverandi samskifti og uppskot (veri tað munnligt, skrivligt ella elektroniskt) ímillum teg og felagið viðvíkjandi tænastuna og stýra framtíðar sambandið.

19.2.- Er einhvør áseting í viðskiftatreytunum ógildað ella uttan rættargildi, verður ásetingin avmarkað ella strikað í tann mun, tað er møguligt, soleiðis at viðskiftatreytirnar annars verða verandi í gildi og við rættargildi.

19.3.- Óvirkni hjá báðum pørtum í, á nakran hátt, at nýta eitthvørt rættindi ásett í hesum treytum skal ikki verða mett sum avkannan av einhvørjum øðrum rættindum ásett her.

20.- Ymiskt

20.1.- Felagið hevur onga skyldu fyri, at tað ikki eydnast at avrika tess skyldur, eisini tá ið tað ikki eydnast vegna einhvørjari orsøk uttan fyri ræði felagsins, harímillum mekanisk, elektronisk ella samskiftisbrek.

20.2.- Viðskiftatreytirnar galda teg persónliga og kunnu ikki tillutast, flytast, gevast víðari uttan so, at felagið framman undan hevur givið skrivligt samtykki.

20.3.- Felagið kann tilluta, flyta ella lata eitthvørt av sínum rættindum og skyldum niðanfyri uttan samtykki.

20.4.- Onki virksemi, handilsfelagskapur, samtak, ella arbeiðssamband verður skapt stavandi frá viðskiftatreyturnum, og hvørgin teirra hava nakra heimild av nøkrum slag at binda hin á nakran hátt.

20.5.- Í einhvørjum rættarmáli ella sakarmáli viðvíkjandi at yvirhalda rættindi í viðskiftatreytunum, hevur vinnandi parturin rætt til at fáa tillutað kostnað og fulltrúasamsýning.

20.6.- Allar fráboðanir undir viðskiftatreytunum verða skrivligar og verða roknaðar sum rættstundis givnar, tá ið, um persónliga bornar út ella sendar umvegis váttanarskrivað ella innskrivað bræv, móttøkukvittan er móttikin; tá ið kvittanin er váttað elektroniskt, um sent við telefaks ella telduposti; ella dagin aftaná tað er sent, um sent verður umvegis útberingstænastu, ið ber út frá degi til dags.

© 2024

We use cookies to make your experience as good as possible. Privacy policy