Reglur um upphavsrætt

Hópfígging ynskir at veita eina heimasíðu, har brúkarar deila sannførdar og nágreiniligar upplýsingar. Hópfígging viðrir upphavsrættin hjá øðrum og brúkaraavtalan krevur, at upplýsingar, ið eru lagdar út av brúkarum, eru nágreiniligar, lógligar og beinleiðis mishalda upphavsrættin hjá einum triðja parti.

Í samsvar við brúkaraavtaluna kann Hópfígging strika ella óvirkja atgongd til ávíst innihald á Hópfígging-heimasíðuni, um Hópfígging móttekur eina váttaða fráboðan um, at innihaldið brýtur upphævsrættin, er skeivt ella á annan hátt ólógligt. Hópfígging kann í góðvarni royna at framsenda skrivligu fráboðanina, harímillum eisini sambandsupplýsningar, til brúkaran, ið legði út innihaldið og/ella taka onnur rímilig stig til at boða brúkaranum frá, at Hópfígging hevur móttikið fráboðan um, at eitt brot á upphavsrætt ella annað brot á innihald eftir øllum at døma er farið fram. Okkara politikkur og mannagongd viðvíkjandi at burturbeina ella óvirkja atgongd til innihald, ið er hildið at vera rættarskerjandi, skeivt ella á annan hátt ólógligt, er og verður eftir egnum tykki hjá Hópfígging. Tá ið Hópfígging metir tað vera neyðugt, kunnu kontur hjá brúkarum ella bólkum, ið bróta upphavsrættin hjá øðrum, ella ið leggja út skeivt og ólógligt innihald, gerast óvirknar og/ella verða strikaðar.

Vinarliga gev gætur at einhvør fráboðan viðvíkjandi innihald lagt út á Hópfígging-heimasíðuna skal vera sonn, og brot á ásetingarnar um rangeiður hevur revsing við sær. Ein følsk fráboðan kann bera við sær persónliga endurgjaldsábyrgd. Ráðfør teg tískil við ein sakførara, áðrenn fráboðan verður send.

Hvørji eru vit

Íverksetarahúsið

Telefon: 239501 og 239502

Teldupostur: iverksetan@iverksetan.fo

Búðstaður: Garðarvegur 57, FO-700 Klaksvík

V-tal: FO567043

© 2024

We use cookies to make your experience as good as possible. Privacy policy