Góðu tit! At evna og smíðja løg tekur tíð, krevur orku og tørvar góðar tónleikarar. Tí leita vit nú eftir fíggjarligum stuðuli, so hendan plátu-verkætlanin kann setast í verk! Á teiginum til høgru hava vit ymsar samsýningar. Vita um onkur teirra hugar tær. Atb. Annika
... read more

In Progress

This project has been successfully funded and is now executing.

DKK 73,450

raised of DKK 70,000 goal

0

days to go

105% FUNDED
DKK
{{ errors.first('reward_amount', 'add-reward-form') }}
{{ errors.first('reward_title', 'add-reward-form') }}
{{ errors.first('reward_description', 'add-reward-form') }}
Rewards available: limited change
Rewards available: unlimited change

{{ errors.first('reward_stock', 'add-reward-form') }}
Custom questions: Yes None change
{{ question.text }}
{{ errors.first('reward_question_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
Ask for address: Yes change
Ask for address: No change
Reward image: change
Additional costs: Yes None change
{{ addedCost.description[language] }} : {{ addedCost.amount }} DKK

DKK
{{ errors.first('reward_added_cost_amount', 'add-reward-form-added-costs') }}
{{ errors.first('reward_added_cost', 'add-reward-form-added-costs') }}

No rewards exist or campaign is not public. Log in to add or edit rewards.
Get this! All gone!

Pledge {{ reward.amount }} DKK

{{ reward.title }}

{{ reward.description }}

Limited ({{ stockLeft }} left of {{ reward.stock }} ) Gone (0 left of {{ reward.stock }} )
{{ reward.stock_reserved }} backer {{ reward.stock_reserved }} backers
DKK
{{ errors.first('reward_amount_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
{{ errors.first('reward_title_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
{{ errors.first('reward_description_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
Rewards available: limited change
Rewards available: unlimited change
unlimited limited
Total in stock:
{{ errors.first('reward_stock_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
Reward image: change
Ask for address: Yes change
Ask for address: No change
Ask for address
Custom questions: Yes None change
{{ question.text }}

{{ errors.first('reward_question_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
Additional costs: Yes None change
{{ getAddedCostDescription(addedCost) }} : {{ addedCost.amount }} DKK
DKK
{{ errors.first('reward_added_cost_amount_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-added-costs-' + reward.reward_id) }}
{{ errors.first('reward_added_cost_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-added-costs-' + reward.reward_id) }}

Get this!

Pledge without a reward

Team

Torleik Mortensen

Creator

Further Information

ANNIKA HOYDAL Í HOYDØLUM -
Leysir endar 1

Telefonin ringdi. Tað var frálíki tónleikarin Torleik Mortensen, sum spurdi, um eg hevði hug at koma út at spæla. Forvitin og uttan himpr svaraði eg JA.

Mangar ætlanir havi eg havt á míni leið. Mangt tilfar hevur ligið og bíðað. Nú taka vit um endan við nýggju komandi útgávuni Leysir endar.

HEIMA
Fyrsta part av barndómi mínum búðu vit á grønu fløtunum við tað lítla reyða húsið uttan fyri Havnina. Tá vóru bert fá hús har um leiðir. Har gingu vit børn og spældu úti millum seyð og høsn, dunnur og gæs, kýr og gamla rossið. Hetta var HEIMA.

Síðani fór familjan út í heim, tí pápi okkara hevði fingið arbeiði úti i stóru verð, hjálpararbeiði fyri FAO í Sameindu Tjóðunum.

Annar partur av barndóminum var við Stillahavsstrondina í Ecuador í Suðuramerika. Har gingu vit fýra hvíthærdu systkin á strondini og spældu við øll tey svarthærdu børnini. Vit spældu millum esil, pelikanar, gripar við knallreyðum naknum høvdum, meðan gulir og bláir summarfuglar stórir sum lógvar flákraðu uppi yvir okkum.

Har á strondini var eingin skúli. Fátækdømið var stórt. Børnini, vit spældu við, lærdu okkum so mangt, sum ikki lærast kann í skúlum. Tey lærdu okkum spanska málið, meðan ljóðið av mjúku aldunum við Stillahavið kelaði oyruni.

Ein verð norðast á knøttinum og ein heilt onnur á sunnaru hálvuni. Saman hava báðar livað í mær og givið mær íblástur.

Ljóð úr føroysku verðini við buldri av sjógvi og stormi, kend fuglaljóð og føroyska málið rann saman við fremmand ljóð, tær mjúku aldurnar við Stillahavið, ókend fuglaljóð, undarlig gneggj av eslum og spanska málið. Alt hetta bræddist í mær. Aðrir livihættir og onnur ljóð lótu upp bæði sál og oyru og bóru tey við inn í ein føroyskan karm. Báðir heimar skapa tónleik hvør sær og saman.

ÚTGÁVAN
Saman við óførum tónleikarum fóru vit undir at binda saman Leysar endar. Vit spæla inn í upptøkuhølunum í gamla Sanatoriinum uppi í Hoydølum. Í tíðini, tá tuberklarnir gingu ringast í Føroyum, varð ein tann best varðveitti bygningurin av sínum slag í øllum Norðanlondum fluttur til Føroyar og reistur í Hoydølum.

Abbi okkara var so heppin at fáa arbeiði har sum húsavørður. Millum annað koyrdi hann við sjúklingum. Hann fór í fínasta pussi í hestavogni oman eftir moldvegunum oman til Havnar til bátarnar, sum komu inn úr bygdunum við teimum sjúku. Síðani flutti hann hann tey niðan í Hoydalar at fáa viðgerð. Tað vóru bæði børn og vaksin. Seinni koyrdi hann tey oman aftur til bátarnar. Nøkur vóru nú frísk, meðan onnur vóru í kistu.

Har í fagra dalinum vaks pápi okkara upp millum sjúklingarnar í deyðans skugga. Í Hoydølum, har nógvar lagnur í sínari tíð vórðu avgjørdar, nettupp har eru nú tónleikastudio og lív. Tað er har í Hoydølum, vit taka tónleik okkara upp. Innihaldið er fjølbroytt gamalt, nýtt føroyskt og nakað úr útheiminum.

Orðini eiga t.d. Thomas Kingo, Karsten Hoydal og Jóanes Nielsen. Úr gomlu Havnini hava vit sangir við, sum William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, bert eini 12-13 ára gamlir, skrivaðu um grannarnar úti á Reyni.

Løgini eru úr gamla songskatti okkara, onnur eiga Sunleif Leivsson Rasmussen og eisini eg sjálv, Annika Hoydal.

Úr stóru verð eru orð og løg við hjá til dømis Violetu Parra, Felix Luna, Ariel Ramirez og Mikis Theodorakis. Tilfarið er úr Føroyum, Skotlandi, Suðurameriku og úr Grikkalandi.

Alt verður sungið á føroyskum og á gøtudonskum. Leysir endar hava bæði myrkur og ljós í sær og sjálvandi eisini reint humbukk og tvætl.

Við sanginum: Gracias a la vida (á føroyskum Lívið dýra undur) hjá chilensku Violetu Parra senda vit eina tøkk og ein fagnað til lívið sjálvt.

Plátan er spæld inn í Studio 43 í Hoydølum. Undir upptøkuni, slógu tónleikararnir ring rundanum Anniku og spældu øll ljóðføri inn akustiskt.

Fløgan kemur út í heyst. Bæði fløgur og plakatir kunnu avheintast í Tutl.

Manning:
Annika Hoydal: Sangur
Benjamin Petersen: Guitar/Sangur
Kim Hansen: Klaver/Sangur
Torleik Mortensen: Kontrabass/Sangur
Daniel Rye: Klarinet
Anna Hüdepohl: Akkordeon
Jón Festerstein: Violin
Jákup Zachariassen: Mandolin, Guitar og Dobro
Jan Rúni Poulsen: Slagverk
Hjørtur Pætursson Háberg : Slagverk
Per Ingvaldur Højgaard Petersen: Slagverk
Sanna Bæk Hoydal: Sangur
Kristian Blak: Sangur og klaver

Framleiðslustjóri: Torleik Mortensen
Ljóðbland : Benjamin Petersen
Húsi: Kirstin Helgadóttir
Myndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré

In Progress

This project has been successfully funded and is now executing.

DKK 73,450

raised of DKK 70,000 goal

0

days to go

105% FUNDED
DKK
{{ errors.first('reward_amount', 'add-reward-form') }}
{{ errors.first('reward_title', 'add-reward-form') }}
{{ errors.first('reward_description', 'add-reward-form') }}
Rewards available: limited change
Rewards available: unlimited change

{{ errors.first('reward_stock', 'add-reward-form') }}
Custom questions: Yes None change
{{ question.text }}
{{ errors.first('reward_question_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
Ask for address: Yes change
Ask for address: No change
Reward image: change
Additional costs: Yes None change
{{ addedCost.description[language] }} : {{ addedCost.amount }} DKK

DKK
{{ errors.first('reward_added_cost_amount', 'add-reward-form-added-costs') }}
{{ errors.first('reward_added_cost', 'add-reward-form-added-costs') }}

No rewards exist or campaign is not public. Log in to add or edit rewards.
Get this! All gone!

Pledge {{ reward.amount }} DKK

{{ reward.title }}

{{ reward.description }}

Limited ({{ stockLeft }} left of {{ reward.stock }} ) Gone (0 left of {{ reward.stock }} )
{{ reward.stock_reserved }} backer {{ reward.stock_reserved }} backers
DKK
{{ errors.first('reward_amount_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
{{ errors.first('reward_title_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
{{ errors.first('reward_description_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
Rewards available: limited change
Rewards available: unlimited change
unlimited limited
Total in stock:
{{ errors.first('reward_stock_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
Reward image: change
Ask for address: Yes change
Ask for address: No change
Ask for address
Custom questions: Yes None change
{{ question.text }}

{{ errors.first('reward_question_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-' + reward.reward_id) }}
Additional costs: Yes None change
{{ getAddedCostDescription(addedCost) }} : {{ addedCost.amount }} DKK
DKK
{{ errors.first('reward_added_cost_amount_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-added-costs-' + reward.reward_id) }}
{{ errors.first('reward_added_cost_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-added-costs-' + reward.reward_id) }}
DKK
{{ errors.first('reward_added_cost_amount_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-added-costs-' + reward.reward_id) }}
{{ errors.first('reward_added_cost_' + reward.reward_id, 'update-reward-form-added-costs-' + reward.reward_id) }}

Get this!

Pledge without a reward

© 2024

We use cookies to make your experience as good as possible. Privacy policy